Harðskapshandtøka og kliptar plátur

Løgreglan var fyrranáttina úti við saksinum, og 12 nummarplátur vórðu kliptar tilsamans.

Níggju plátur vórðu kliptar í miðøkinum, og tríggjar vórðu kliptar í norðurøkinum.

Ein maður varð eisini tikin fyri harðskap móti løgregluni um nátturðaleitið í gjár. Maðurin hevði sjálvur ringt eftir løgregluni, tí hann segði seg vera illa fyri, men tá løgreglan kom á staðið, endaði tað við, at maðurin leyp á løgreglumenninar. Hann varð tí handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.

Tað er annars í kvøld, at náttarlívið vaknar aftur, eftir at hava verið afturlatið vegna koronu í ein góðan mánaða, men løgreglan er mannað eins og áður og til reiðar til mongu fólkini, ið uttan iva fara út í kvøld.

– Føroyingar eru so skilagóðir. Sum regul er tað bara gott lag, og hendingaferð kemur onkur upp at táttast, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.