Harðskapur ger ikki mannamun

- Kvinnuhúsið fekk nøkur eyknevni frá byrjan av. Ein vanlig fatan hjá mongum var, at tær kvinnur, ið vendu sær til Kvinnuhúsið, livdu í parløgum har maðurin var stórmisnýtari og vóru tey tí longu sjónlig í samfelagnum. Men soleiðis er ikki. Harðskapur er allastaðni. Hann ger ikki mannamun. Hann er hjá høgum, lágum og hjá øllum harímillum, sigur Elin Reinert Planck, ið eftir kvarta øld í Kvinnuhúsinum leggur frá sær í desember.

Tá Elin Reinert Planck fyrst í desember býtir leiðarastarvið í Kvinnuhúsinum um við eina tilveru sum pensjonist, er tað endaligt punktum á einum 25 ára langum tilknýti til stovnin, ið hevur gingið á odda at veitt verju og hjálp til kvinnur í neyð.

Fyri mong fólk er fráfarandi leiðarin og Kvinnuhúsið eisini óloysiliga tengd saman. Tað er kanska heldur ikki so løgið havandi í huga, at Kvinnuhúsið fyrst sá dagsins ljós í 1990 og longu fýra ár seinni hevði Elin Reinert Planck sín fyrsta starvsdag í húsinum.

Og síðan tá hevur hon javnan verið at sæð í bløðum, loftbornu miðlunum og tíðindasíðum har hon hevur talað søk teirra, ið hava verið offur fyri harðskapi frá einum av sínum nærmastu.

Júst miðlauppgávan hevur kortini bara verið ein brøkpartur av starvinum. Tann størsti og tyngsti parturin verður brúktur at veita hjálp og ráðgeving til tær kvinnur, ið seta seg í samband við stovnin. Og tá snýr tað seg um at lurta heldur enn at tosa.

- Tað kann vera tungt at hoyra søgurnar frá kvinnunum, men í hesum starvinum má man hava empati. Man skal kunna lurta og rúma tí, ið kvinnan hevur at siga. Tað er kvinnan, ið hevur trupulleikan, og ikki ein sjálvur. Um man ikki ger tað, so heldur man kvinnuna fasta í tí støðu, ið hon er í. Men ein partur av okkara arbeiði snýr seg eisini um at hjálpa kvinnuni at fáa eyga á glottarnar, ið hóast alt, eru í tilveruni, sigur Elin Reinert Planck.

Arbeiða við menniskjum
Sjálv er Elin Reinert Planck fødd og uppvaksin á Landavegnum í Havn, men longu sum 19 ára gomul flutti hon av landinum og til Danmarkar. Og tað var her, at sosialpedagogurin byrjaði sína yrkisleið innan at hjálpa fólkum.

- Eg havi altíð arbeitt við menniskjum við sosialum avbjóðingum. Eg búði í Danmark frá 1972 til 1986 og arbeiddi tá á einum dagstovni, ið lá í einum øki við stórum sosialum trupulleikum. So longu tá var eg við at hjálpa familjum í økinum við ymiskum avbjóðingum, minnist hon aftur á.

Heimkomin til Føroyar síðst í fýrsunum fekk Elin Reinert Planck starv í Blákrossheiminum, ið tá var staðsett í høvuðsstaðnum. Og hóast hon arbeiddi mest við monnum hetta tíðarskeiðið, varnaðist hon skjótt, at trupulleikarnir mangan stungu nógv djypri enn bara persónurin, ið var til viðgerð.

- Vit viðgjørdu sjálvandi tann persónin, ið hevði søkt hjálp. Men eg varnaðist, at aftanfyri teir flestu menninar var ein maki og nøkur børn, ið eisini høvdu tørv á hjálp, minnist hon aftur á.

Sostatt hevði hon longu eina hóming av hvat starvið innibar, tá hon eftir átta árum í Blákrossheiminum fekk ein fyrispurning frá Kvinnuhúsinum, um hon var sinnað at koma at arbeiða hjá teimum.

- Eg segði ja til møguleikan, tí eg ynskti at arbeiða við familjuni aftanfyri misbrúkaran. Og her havi eg verið síðan, sigur Elin Reinert Planck.

Ein onnur tíð
Kvinnuhúsið hevði einans virkað í fýra ár, tá Elin Reinert Planck byrjaði í húsinum. Og sum vanligt er við slíkum stovnum, kravdi tað tíð at bróta niður teir fordómar, um virksemið í húsinum og tær kvinnur, ið søktu hjálp.

- Frá fyrsta degnum av hava kvinnur sett seg í samband við Kvinnuhúsið. Men tað bleiv kanska sæð eitt sindur niður á tær og fekk Kvinnuhúsið nøkur eyknevni frá byrjan av. Ein vanlig fatan hjá mongum var, at tær kvinnur, ið vendu sær til Kvinnuhúsið, livdu í parløgum har maðurin var stórmisnýtari og vóru tey tí longu sjónlig í samfelagnum. Men soleiðis er ikki. Harðskapur er allastaðni. Hann ger ikki mannamun. Hann er hjá høgum, lágum og hjá øllum harímillum. Tey vælbjargaðu klára kanska betri at dylja harðskapin, tí tey búgva í húsum við nógvum plássi rundanum, so eingin veit hvat fyrigongur, sigur Elin Reinert Planck.

Ein broyting er kortini hend viðvíkjandi hvørjar kvinnur søkja hjálp frá Kvinnuhúsinum. Fyrstu árini vóru tað serliga tilkomnar kvinnur, ið vendu sær til stovnin.

- Hetta vóru kvinnur, ið høvdu livað eitt langt lív saman við manninum, men tá børnini fóru heimanífrá fóru at hugsa um sína egnu støðu. Tað gleðiliga er, at vit hava fáar av teimum kvinnunum í dag, vísir Elin Reinert Planck á og leggur afturat.

- Kvinnurnar, sum søkja hjálp, eru yngri í dag og hava fleiri møguleikar. Áður høvdu kvinnur ikki teir somu møguleikarnar. Tær høvdu ikki lønt arbeiði og vóru tí meira tengdar at manninum.

At kvinnur áður hava bíðað til børnini eru flutt heimanífrá, er eisini í samsvar við tí, ið tey uppliva í Kvinnuhúsinum. Børnini hava nevniliga øgiliga nógv at siga fyri kvinnurnar, ið venda sær til stovnin.

- Tað sum pínir kvinnurnar mest eru børnini. At tey hava verið vitni til slíkt, ið tey ikki eiga at uppliva. Tá eg byrjaði í Kvinnuhúsinum var hugburðurin tann, at man bleiv verandi fyri teirra skyld, men nú veit man meira um hvønn skaða børnini fáa, av at vaksa upp í einum harðligum umhvørvi, sigur Elin Reinert Planck.

Fáa ikki frið
Ein ikki so jalig broyting, ið Elin Reinert Planck eisini hevur lagt merki til ta tíðina hon hevur starvast í Kvinnuhúsinum, er tøkniliga menningin.

- Harðskapur hevur altíð verið til, men man hevur bara ikki nevnt tað fyri harðskap. Men í dag eru nógv fleiri mátar at gera seg inn á hvønn annan enn tað var fyrr. Her hugsi eg internet, sms og fartelefonir. Tað eru fleiri hættir í dag at fremja sálarligan ágang, vísir hon á.

Samstundis hava tey eisini lagt merki til, at tær kvinnur, ið gista í Kvinnuhúsinum, ikki fáa frið á sama hátt sum áður.

- Tá kvinnur gistu her fyrr, fingu tær fullkomnan frið. Tí um maðurin fekk illgruna um, at hon var her, so var tað altíð okkum, ið hann fyrst fekk fatur á. Tá kundu vit so taka eitt prát við hann. Men í dag hava øll fartelefonir og sosialir miðlar, soleiðis at vit fáa ikki altíð samband við mannin. Tað er ein keðilig broyting fyri kvinnurnar, tí tað var gott, at tær fingu frið, tá vit virkaðu sum eitt slag av stoytdoyvara, sigur Elin Reinert Planck.

Tungt arbeiði
25 ár er ein long tíð í einum starvi, ið inniber ein gerandisdag har man tosar við kvinnur, ið hava upplivað slíkt frá sínum nærmastu, ið einki menniskja eigur at uppliva. Men kortini megnar Elin Reinert Planck í flestu førum at lata tær tungu lagnurnar liggja á arbeiðsplássinum, tá hon fer til hús eftir loknan arbeiðsdag.

- Onkuntíð er okkurt óvanligt hent, ið ger at man hugsar um tað, tá man kemur til hús, men í tí stóra heila latið eg arbeiðið liggja eftir. Men tað truplasta er at síggja pínuna hjá børnum. Børn kunnu ikki velja. Tað kunnu vaksin onkursvegna, hóast umstøðurnar eru truplar, sigur hon.

Tað at hon leggur arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hon fer til hús, merkir eisini, at hon ikki sjálv tekur stig til at heilsa, tá hon møtir persónum í býnum, ið hon kennir frá Kvinnuhúsinum.

- Eg heilsi ongantíð fyrst. Um tær heilsa upp á meg, so geri eg tað eisini. Tær flestu heilsa upp á meg, men tað er heilt í ordan, um tær ikki heilsa. Tað er heilt upp til tær. Tað er eisini annað upp á hvussu langt man er komin sjálvur. Men tær flestu leggja einki í, um fólk møguliga hugsa at tær hava tilknýti til Kvinnuhúsið, bara tí tær práta við meg. Eg kenni jú eisini nógv fólk uttanfyri húsið, sigur hon.

Kvinnan eigur avgerðina
Hóast starvsfólkini í Kvinnuhúsinum gera tað, ið tey megna, fyri at hjálpa teimum kvinnum, ið venda sær til teirra, so er tað altíð kvinnan sjálv, ið avgerð hvat hendir víðari.

- Tað er hon, sum skal liva við avgerðina, so tað er hon, ið skal taka hana. Um hon velur at fara heimaftur til mannin, so er tað tað valið, ið vit tosa við hana um. Hon er altíð vælkomin at venda sær aftur til okkara, tá hon stendur í trupulleikanum aftur. Tí tað krevur ein vilja frá báðum pørtum, um broytingar skulu gerast heima við hús. Tað nyttar lítið, um bara annar ynskir tað, sigur Elin Reinert Planck.

At Elin Reinert Planck brúkar orðingina tá hon stendur í trupulleikanum aftur, er ikki tilvildarligt. Leiðarin í Kvinnuhúsinum vísir á, at teirra royndir er, at í flestu førum endurtekur slíkt seg.

- Harðskapur versnar altíð. Um broytingarnar skulu koma í parlagið, so skal tann í fremur harðskap viðurkenna sín atburð og tað tekur langa tíð at broyta tað. Tá skal viðgerð til og tað tekur tíð. Um einki av tí hendir, so gongur stutt tíð, áðrenn tey eru aftur har tey byrjaðu. Men tað er eisini umráðandi hjá kvinnuni at broyta atburð, so hon ikki endar í sama slag av parlagi aftur, sigur hon.

Eru vorðin betri
Hóast talan er um eitt arbeiði, har man møtir nógvum tungum lagnum, so verður tað við nógvum góðum minnum, at Elin Reinert Planck leggur frá sær seinni á árinum.

- Tað verður við fleiri góðum minnum, at eg leggi frá mær, tí tað er gevandi at arbeiða við menniskjum. Tær flestu løturnar við kvinnunum eru eisini góðar løtur. So hóast tað er eitt krevjandi arbeiði er tað eitt gevandi arbeiði, sigur hon.

Hon fegnast eisini um tey stig, ið samfelagið hevur flutt seg síðan hon sjálv byrjaði í Kvinnuhúsinum.

- Sum samfelag eru vit blivin so ómetalig nógv betri til at hjálpa kvinnum og børnum. At byrja við var Kvinnuhúsið einans fyri kvinnur og børnini fylgdu bara við. Man hugsaði ikki so nógv um, at børnini høvdu liva í tí sama. Tí óansæð um tey vaksnu royna at goyma ósemjurnar til tey eru farin í song, vita børnini tað altíð. Eftir nøkur ár fekk man meira fokus á børnini og er man í dag nógv betri til eisini at taka hond um tey, sigur Elin Reinert Planck.