Harðskapur móti lærarum er ein vaksandi trupulleiki

Harðskapur móti lærarum tykist vera ein vaksandi trupulleiki. Tað skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagreinini í nýggjasta Skúlablaðnum.

 

 

Í Lærarafelagnum vita vit frá fráboðanum frá lærarum, at ágangur móti lærarum er ein álvarsligur trupulleiki. Tíverri er tað so, at eitt nú lærarar og námsfrøðingar tíðum eru fyri hóttanum og í ringasta føri fyri harðskapi. Og tað er ein sannroynd, at harðskapur hevur kensluligar fylgjur. Hetta er ein spurningur um arbeiðsumhvørvi, serliga sálarligt arbeiðsumhvørvi, og tað eigur at verða tikið í størsta álvara, skrivar hann.

 

Hann skrivar víðari, at talan bæði eru um ágang frá næmingum, foreldrum og avvarðandi. Lærarafelagið hevur onga fráboðan fingið um beinleiðis harðskap frá foreldrum og avvarðandi, men hinvegin eru hóttanir og niðrandi málburður frá foreldrum ikki óvanligur.

 

- Lærarar kunnu eisini verða fyri harðskapi og hóttanum frá næmingum, og tíverri er hetta ikki óvanligt. Skúlanæmingar koma ikki undir revsilógina, men í einstøkum førum kann vera talan um barnaverndarmál. Tað eru fleiri grundir til, at næmingar fremja harðskap móti lærarum og eisini floksfeløgum, og ivaleyst liggur okkurt aftanfyri, tá ið næmingar hótta lærarar ella brúka niðrandi málburð. Hetta vita lærarar væl, og tá ið tilburðir eru, viga fyrilit fyri støðuni hjá næminginum sera nógv. Í summum føri ov nógv, tí álvarsligir tilburðir skulu fráboðast. Tað, sum minni verður tosað um, eru tey neiligu árin, slíkir tilburðir hava fyri læruumhvørvið, og tey árin, tað hevur á læraran, sum er fyri harðskapi ella hóttanum og niðrandi málburði, skrivar formaðurin í Lærarafelagnum.

 

Hann skrivar, at skúlarnir hava heimild at frítaka næmingar fyri undirvísing í upp í eina viku, at flyta næmingin í annan flokk ella í annan skúla.

 

- Í Lærarafelagnum vita vit frá fráboðanum frá lærarum, at ágangur móti lærarum er ein álvarsligur trupulleiki. Felags fyri tey, sum venda sær til felagið, er, at tey sakna fastar mannagongdir, tá ið álvarsligir tilburðir eru, og í einstøkum førum meta lærarar, at hendingin ikki verður tikin í nóg stórum álvara, skrivar Herálvur Jacobsen.

 

Hann saknar, at avvarðandi myndugleikar gera meiri við trupulleikan.

- Samanumtikið, so eru harðskapur og hóttanir um harðskap ein arbeiðsumhvørvisspurningur. Og tí átti, tá ið talan er um fólkaskúlan, Undirvísingarstýrið saman við skúlaleiðslunum at tikið hesa avbjóðing upp. Í grannalondunum eru neyvar kanningar gjørdar av t.d. títtleikanum av harðskapstilburðum. Har sæst, at lærarar og námsfrøðingar oftari eru fyri ágangi, enn aðrir fakbólkar, og eisini, at tilburðirnir økjast. Hetta er ræðandi. Eitt umhvørvi merkt av ágangi oyðileggur arbeiðsumstøðurnar hjá læraranum og í seinasta enda læruumstøðurnar hjá næmingunum. Neyvan eru nakrar einfaldar loysnir, men tað er ein byrjan at taka trupulleikan upp til umrøðu, skrivar hann.

 

Øll oddagreinin er at finna á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.