Harðskapur og rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur ikki fingið so nógvar fráboðanir um vikuskiftið, men ein maður varð tikin fyri harðskap, og nakrir tilburðir av rúsdrekkakoyring vóru eisini


Sunnunáttina fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um, at tveir mans vóru farnir til hendurs. Annar maðurin var fluttur á skaðastovuna, tí hann bløddi úr munninum og annað eygað var hovið. Talan var tó ikki um nakað heilt álvarsligt, men hin maðurin varð tikin og verður skuldsettur fyri harðskap.
Nakrir tilburðir av rúsdrekkakoyring hava somuleiðis verið í høvuðsstaðarøkinum um vikuskiftið. Ein bilførari varð steðgaður í Kaldbaksbotni seinnapartin fríggjadagin. Hann varð steðgaður, tí hann hevði ov nógva ferð, men ein blóðroynd staðfesti so eisini, at bilførarin var ávirkaður. Hesin kann tí vænta at missa koyrikortið.
Tveir aðrir bilførarar vórðu steðgaðir í Niels Finsensgøtu ávíkavist leygardagin og sunnudagin. Báðir fyri rúsdrekkakoyring, og báðir kunnu vænta sær eina heilsu frá fútanum.
Annars sigur vakthavandi, at tað hava verið aðrar smávegis fráboðanir, men sum heild má hetta sigast at hava verið eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum.
Løgreglan í Klaksvík og Runavík fingu ongar fráboðanir hetta vikuskiftið.