Ein harður jarðskjálvti var í nátt við ný sælendska býin Christchurch, sum er tann næststørsti í landinum. Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 67 fólk eru deyð, men teir stúra fyri, at skjálvtin hevur kravt uppaftur fleiri mannalív.
Avstralia hevur sent bjargingarfólk og -útgerð til Christchurch.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin var 6,3 á Richterstiganum. Úr Christchurch frættist, at skjálvtin hevur gjørt stóran skaða. Fleiri hús eru farin, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at nógv fólk liggja undir rapaðum húsum.
Í september í fjør var ein sera harður jarðskjálvti í Christchurch. Tann skjálvtin var 7,1 á Richterstiganum. Hann gjørdi stóran skaða, men kravdi ikki mannalív.