2. deild menn:
Royn-HB 1-1 (1-0)
Spælararnir tørnaðu til í nærdystunum, og dómarin, sum loyvdi hørðum spæli, dømdi ikki fyri øllum fríspørkunum, sum hann av røttum kundi.
Fyrsta hálva tíman høvdu vertirnir, sum løgdu ógvusliga fyri, yvirvág í spælinum. HB-spælararnir fóru ikki við somu orku og svongd í nærdystirnar sum hvalbingar gjørdu, og tí hevði Royn fittan part av spælinum hendan partin av dystinum.
Royn kom eisini á odda, tá teir spældu skjótt fram í vinstru síðu. Eyðstein Jacobsen var fyrri enn HB-málverjin á bóltinum, og so lyfti hann upp um málverjan í málið.
Leiðslan hjá Royn helt sær meginpartin av dystinum. Líka til knappar 10 minuttir fyri tíð, tá ein av HB-veteranunum javnaði.
Bernhard Petersen sendi ein langan og høgan bólt fram móti brotsteiginum hjá Royn, har Ingi Rasmussen elti bóltin. Málverjin hjá Royn kom út ímóti ætlaði at fáa hendur á bóltinum, men beint uttanfyri brotsteigin fekk Ingi høvdið undir bóltin, sum fór upp um strandaða málverjan og í málið.
So var javnleikur, og dysturin, sum hevði verið rættiliga javnur eftir fyrsta hálva tíman, endaði við hesi støðuni.
Hjá HB vóru tríggir av teimum, sum hava smakkað 1. deildarfótbólt í ár, við. Eyðun Højgaard og Pætur Dahl spældu frammi á vøllinum, meðan Jákup Eli Olsen, sum hevur verið nógv skaddur, var aftasti maður.