Harður orðadráttur um sáttmálar

- Væntandi fara arbeiðsgevarar at gera sær dælt av torføru støðuni í samfelagnum, men vit ætla okkum ikki, at lata okkum trýsta til stórar niðurskurðir við hesum páskoti. Í síðstu viku gjørdist greitt, at Føroya Reiðarafelag hevur sagt allar sáttmálar við manningarfeløgini upp. Orsøkin, sigur felagið vera, at inntøkutrygd fiskimanna ætlandi skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Slíkar broytingar merkja, at hesin parturin av grundarlagnum undir sáttmálunum er burtur. Tí helt Reiðarafelagið, at tað eins væl bara kundi siga allar sáttmálarnar upp.

Sáttmálin millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið gongur út hin 1. desember, og sáttmálarnir millum Reiðarafelagið og ávikavist Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið ganga út hin 1. januar 2011.

Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur formaðurin, Eyðstein Djurhuus, at nakrir fundir hava verið við Reiðarafelagið um nútímansgerð í sáttmálunum fyri fiskiskip.

- Partarnir hava hvør í sínum lagi havt tankar um, hvussu ein dagføring kann gerast. Men illa hevur gingist at fáa eina felags fatan av nakarari gongdari leið. Til tíðir hava fundirnir endað í hørðum orðadrátti, sigur formaðurin.

Eyðstein Djurhuus vísir á, at nú hevur Reiðarafelagið so sagt allar sáttmálarnar upp, og partarnir skulu leggja sáttmálakrøvini fram 25. oktober.

- Tað er umráðandi, at nevnd og leiðsla fáa góðan stuðul frá limunum, meðan samráðingar eru. Samráðingar eru altíð torførar. Væntandi fara arbeiðsgevarar at gera sær dælt av torføru støðuni í samfelagnum. Vit ætla tó ikki at lata okkum trýsta til stórar niðurskurðir við hesum páskoti, sigur Eyðstein Djurhuus.