Harald kongur útskrivaður av sjúkrahúsi

85 ára gamli Harald kongur av Noreg varð innlagdur við fepurin hósdagin. Hann er útskrivaður í dag og hevur tað gott.

 

Harald kongur var í næstsíðstu viku við í HM sigling í Genève í Sveis. - Foto: Trond Reidar Teigen/Ritzau Scanpix

Norski Harald kongur er í dag útskrivaður av Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, eftir at hann hósdagin varð innlagdur við fepri.

Tað upplýsir norska kongshúsið í stuttum tíðindaskrivi.

Kongshúsið lýsir støðuna hjá 85 ára gamla konginum at vera góða.

Harald kongur er á Ríkissjúkrahúsinum viðgjørdu fyri ígerð, boðaði norska kongshúsið frá í síðstu viku. Støðan hevur verið stabil.

Harald kongur hevur seinastu árini fleiri ferðir verið innlagdur.

Fyrst í 2020 var hann innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum fyri svimbul. Hann gjørdist frískur og síðani útskrivaður tvær vikur seinni.

Seinni á árinum var hann aftur innlagdur. Her fekk hann eina væleydnaða hjartaskurðviðgerð, har hann fekk eitt nýtt hjartalok.

Í mars fyrr í ár varð hann staðfestur positivur við koronuvirusi.

Hann varð seinast undir skurði í 2021 fyri ein skaða í eini spong oman fyri knæið. Tann skurðviðverðin eydnaðist væl, og kongurin kom væl fyri seg aftur.

Í næstsíðstu viku var Harald kongur við í eini HM sigling í Genève í Sveis. Í tí sambandinum hevði hann vant, samstundis sum hann røkti sínar skyldur sum kongur.

Næsta evni á almenna kalendaranum hjá Haraldi kongi er eitt statsráð 12. august.

Haraldur kongur er langabbasonur danska Fríðrik VIII kong.

Men mótvegis Margretu drotning, sum hevur so nógv undan sær í ættini sum kongar, so hevur norski kongurin ikki so mong.

Tað var ikki fyrr enn Noreg í 1905 loysti frá samveldinum við Svøríki og gjørdist sjálvstøðugt land, at fólkið vildi hava ein kong sum ríkisovasta.

Harald kongur er bara tann triði í røðini í Noreg. Norska fólkið fylgir væl við honum, Sonju drotning, báðum børnum teirra og fimm abbabørnum teirra.

/ritzau/

 

Harald kongur var í næstsíðstu viku við í HM sigling í Genève í Sveis. - Foto: Trond Reidar Teigen/Ritzau Scanpix