Harðir bardagar í Donetsk

- Í Kharkovsky-økinum heldur hersetingarvaldið fram við at ræna frá fólkinum, eitt nú bilar, motorsúkklur og súkklur.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at tað framhaldandi eru harðir bardagar har eysturi í landinum.

 

Tað eru nú 270 dagar síðan, at Russland leyp á Ukraina.

 

Í einari útsøgn á Telegram í gjárkvøldið skrivar forsetin, at næstan 400 álop hava verið har eysturi í Ukraina, síðan dagurin byrjaði.

 

Hann sigur, at harðastu bardagarnir eru í Donetsk-regiónini, meðan ukrainski herurin á hinari síðuni hevur støðuga, men varisliga framgongd í Luhansk-regiónini.

 

Í gárkvøldið sigur ukrainska herleiðslan har eysturi í landinum á Facebook, at russar stjala akfør frá lokala fólkinum í økinum.

 

- Í Kharkovsky-økinum heldur hersetingarvaldið fram við at ræna frá fólkinum, eitt nú bilar, motorsúkklur og súkklur, verður lagt aftrat.