Í Spania hevur løgreglan avdúkað eitt umfatandi brotsmannalið, sum hevur stolið dýrar bilar í fleiri evropeiskum londum. Undir einum átaki í býunum Madrid og Alicante kom løgreglan fram á 83 bilar av tí dýra slagnum, og 22 fólk vórðu handtikin. Tey flestu tiknu eru úr Bulgaria. Umframt bilarnar legði løgreglan hald á tvær skammbyrsur, 12.000 evrur, fleiri falsaðar nummarplátur, koyrikort og ymisk skjøl. Løgreglan heldur, at brotsmenninir hava selt teir dýru bilarnar í Spania og í londum í Eysturevropa, skrivar AP úr Madrid.