Birita Lamhauge Jóansdóttir er ímóti fríari fosturtøku.
– Eg harmist um, at lógaruppskotið tekur virðið frá barninum.
Tí er hon møtt í Løgtinginum at vísa sín stuðul til tey tingfólk, sum eru ímóti fosturtøkulógini.
– Fyri meg hevur tað týdning at møta upp. Tað eru ikki øll sum kunnu tað, tí tað kostar eisini at møta upp. Eg haldi at tað hevur týdning at stuðla teimum politikarum, sum grundgeva fyri at ein onnur loysn hevði verið betur enn tann sum nú fyriliggur. Eg havi tosað við nakrar av politikarunum, og teir siga at tað hevur týdning, at man vísir stuðul. Eg umboði felagsskapin Provita og meg sjálva.
Kjakið í Løgtinginum hevur verið drúgt, og Birita Lamhauge Jóansdóttir heldur ikki at kjakið hevur flutt nakað hjá teimum sum eru stødd í tingsalinum.
– Eg veit ikki, um kjakið hevur flutt nakað í hugaheiminum á fólki, men kjakið hevur partvís verið gott, og eg eri ikki ein av teimum sum haldi, at kjakið hevur verið ósakligt, eg haldi at fólk skulu siga sína hugsan. Onkuntíð verður ymiskt tikið úr røttum samanhangi.
##med2##
##med3##
##med4##














