Harmonikudansur í Leirvík

Stórur harmonikudansur verður í bygdarhúsinum í Leirvík í kvøld.

Á hvítusunnu í fjør hevði harmonikufelagið vitjan ú Reykjavík.

Harmonikufelagið í Føroyum er boðið á vitjan hjá harmonikufelagnum í Reykjavík, og í tí sambandi hevur felagið skipað fyri ymiskum tiltøkum og eitt av teimum er hesin stóri harmonikudansurin í Leirvík.

Bólkarnir, ið vera við, eru: Tetra, Pauli og Óli, Bassarnri, Kallar, 2 radarnir úr Leynum, Harmonikuliðið úr Klaksvík, Spælimenninir úr Nólsoy, Harmonikuliðið av Tvøroyri

Frásøgumenn verða Essa og Árant.