»Harrin fyrigevi teim, teir vita ikki hvat teir gera«

Hesi orð standa í Halgubók. Somu orð kunnu sigast um sitandi landsstýri.

 

Eiko Apol

Tórshavn, 24. feb. 2001




Hesi orð standa í Halgubók. Somu orð kunnu sigast um sitandi landsstýri.

Nú tá uppgangstíðir aftur eru at hóma her á landi ? náttúran hevur vælsignað okkum við nógvum fiski, prísurin er høgur sum ongantíð fyrr í søguni. Nú vilja teir kappa allan stuðul úr Danmark burtur ? vit skulu klára okkum sjálvi fíggjarliga og fáa »frælsi«.

Sjálvur havi eg aldri kent meg ófrælsan, hóast eg havi búð í Føroyum alla mína tíð. Í sjónvarpinum tann 5. feb. segði løgmaður: »Vit hava tað gott her í Føroyum«. Tað er satt sum tað er sagt, hesum vilja flestøll taka undir við. Hvat bagir okkara núverandi landsstýri?

Danski stuðulin til Føroyar er upprunaliga ætlaður at menna føroyska samfelagið, soleiðis at vit kunnu koma ájavnt við hini norðurlondini. At byrja við var allur peningurin oyramerktur, t.d. til sosialmál, skúlamál, sjúrkahúsverkið o.s.fr. ? Seinni varð hetta broytt eftir ynski úr Føroyum, til »blokkin«, so allar veitingarnar komu í eina pulju, sum landstýrið skuldi ráða yvir og umsita.

Blokkurin verður prístalsreguleraður og er nú komin upp á slakar 1000 miljónir kr. um árið. ? Hvussu hesin »blokkur« verður umsitin av ymsu landsstýrum okkara er neyvan møguligt hjá palleba at fáa nakra hylling av, tað er ivaleyst eitt av mongu loyndarmálum landsstýrisins.

Mær kunnugt, hevur løgtingið viðtikið eina danska lóg, um alment innlit, at galda eisini her á landi.

Umframt »blokkin«, veita illavornu danir fleiri aðrar veitingar til Føroyar. Til dømis loyva teir sær at byggja prestagarðar, løna alla prestastættina fulla løn, umframt bisp og bispagarð. Somuleiðis loyva teir sær at taka alla ábyrgdina og kostnaðin av løgregluni, løgregluovasta, sýslumonnum, skrivstovufólki v.m. Somuleiðis ditta teir sær at gjalda alla rættarskipanina í Føroyum, so sum dómarar, fulltrúar, rættarhølir, skrivstovufólk v.m.

Um tað so er vaktar og bjargingartænastan, við tyrlutænastu, eru teir eisini har. Tað kann tó viðmerkjast, hent er møguliga at hava verjuskipið danska nú, meðan Brimil liggur svínabundin í Noregi á 4. mánaði, tí ikki eru ráð at gjalda manningini eina líkinda løn. ? Sjálvir hava tingmenn givið sær eina lønarhækking uppá 80%, uttan nakað hóvasták, umframt aðrar ágóðar.

Eisini eru danir so frekir, at teir gjalda okkara uttanríkistænastu fyri einki. At hugsa sær, vit fáa loyvi at brúka teirra ambassadu í t.d. New York, Tokyo, Cape Town, París o.s.fr. fyri einki.

Onkur hevur roknað út, at allar hesar veitingar ið verða veittar Føroyum umframt blokkin, eru uml. helmingin av hesum. T.v.s. 1.5 milliard kr. tils. um árið. Við øðrum orðum 150 milliónir kr. um mánaðin. Hvussu í Guðs garði ætlar landsstýrið at bøta fyri ella kompensera fyri hesa upphædd???

Sum er, eru vit eftirbátar á fleiri økjum, samanborið við tey skandinavisku londini, t.d. á tí sosiala, enn er langt á mál. Tað er sjúkligt og reint ábyrgdarloysi at mæla fólki til, at taka undir við ørvitisætlan landsstýrisins.

Tað hevur ljóðað, at landsstýrið ætlar at stovnseta ein fíggjargrunn at bøta fyri, kompensera, fyri hesum 125 miljónum um mánaðin ið danir lata Føroyum beinleiðis og óbeinleiðis.

Tá stóra oljukreppan var seinast, varð ein oljugrunnur stovnsettur. Hesin skuldi hava til endamál at virka sum ein regulatorur fyri prísbroytingum á oljuni. Tá oljuprísurin fór upp, skuldi grunnurin lata hjálp til brúkarin, og øvugt, tá prísurin var lágur, skuldi oljuavgjaldið hækka.

Hvat er hent? Oljugrunnurin er uppetin og burtur, bert oljuavgjaldið er eftir. Hví varð tað ikki eisini tikið burtur saman við grunninum?

Slíkar grunnar vil føroya fólk helst vera fyriuttan. Ivaleyst hava tey eisini fingið nóg mikið av politiska veruleikafjara ørvitistosi tykkara.

Sveinastykkið loysinga-flokkanna liggur við Hoyvíksvegin, meginpostverk Føroya. Tað var serliga talsmaður tjóðveldisflokkin, ið var heitur fyri at yvirtaka postverkið, tí at hetta vildi gerast eitt satt gullnám sum fráleið. Í dag veit føroya fólk alt um hvussu væl vignaðist og hvussu væl varð stýrt. Postverkið má fáa fíggjarliga andahjálp fyri at ana.

Mangur fæst við boga, ið ikki kann hann upp at toga.