Harry Maguire dømdur fyri harðskap og roynd at mutra

Liðskiparin hjá Manchester United sleppur undan at sita 21 mánaðar fongslusrevsingina

Tað hevur verið ein hendingarík feria hjá Harry Maguire í Grikkalandi. Liðskiparin hjá Manchester United hevur brúkt sína tvær vikurs feriu frá fótbótinum á griksku oyggini Mykonos, men tað hevur verið alt annað enn ein feria fyri enska landsliðsspælaran.

Harry Magurie, beiggi hansara og ein vinmaður eru allir dømdir fyri harðskap, og harðskap móti løgreglufólki. Hartil eru Harry Maguire og beiggi hansara, Joe Magurie, eisini dømdir fyri at royna at mutra griksku løgregluna. Harry Maguire og vinmaðurin, Christopher Sharman, blivu eisini dømdir fyri brúka ókvæmisorð og ljóðan málburð móti løgregluni.

Við í ferðalagnum hjá Harry Maguire vóru millum annað systur liðskiparan. Í verjurøðuni í rættinum bleiv sagt, at systurin, Daisy, var fyri einum álopið frá tveimum monnum úr Albania, sum tóktust at royna at doyva hana, og eftirfylgandi ætla at fara avstað við henni.

Harry Maguire og fylgi fara síðani á sjúkrahúsið við Daisy, men verða á vegnum steðgaði av løgreglufólki í sivilklæðum. Tað er her at Harry Maguire og fylgi enda í hornatøkum og orðadrátti, tí tað er teimum ikki greitt, at talan er um løgreglufólk, verður sagt í verjurøðuni.

##med2## 

Ákærin helt lítið um hesa síðuna av søguni, og vísti á at talan var um harðskap, ljótan málburð og til seinast eisini royndir at mutra løgregluna, fyri at sleppa leys. Harry Maguire bleiv dømdur 21 mánaðar fongsulsrevsing, men sleppur undan at sita dómin.

Undan dóminum bleiv hann úttikin til enska landsliðið, sum skal spæla móti Danmark og Íslandi í Nations League. Tá segði enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, at hann var vísur í at søgan hjá Harry Maguire var nærri veruleikanum, enn tann hjá ákæranum.

 ##med3##

Eftir dómin bleiv Harry Maguire tó valdur frá aftur, og er nú í Ongandi, har hann og umboðsfólkini hjá honum eru í holt við at kæra dómin frá griksku myndugleikunum. Harry Maguire sjálvur hevur á sosialu miðlunum siterað Buddha, um tað tey trý tingini, sum ikki kunnu fjalast leingi eru sólin, mánin og sannleikin.