Harry Potter í stjørnukríggi

Sætta bókin um Harry Potter hevur longu sligið síni egnu met. Næstan sjey milliónir eintøk fóru yvirum handilsdiskin í USA fyrstu 24 tímarnar. Í New York Times samanber ummælarin Harry Potter við ikki minni kenda Luke Skywalker frá Star Wars

 
Gandakallurin, ið nøkur elska, og onnur elska at hata, er aftur. Sætta bókin um Harry Potter kom út fyri eini viku síðani. Mestsum allur bókaheimurin var á gosi, dagarnar áðrenn Harry Potter and the Halfblooded Prince skuldi verða útgivin. Bókhandlar kring allan heim høvdu opið út á náttina fyri at kunna geva forvitnum lesarum eitt eintak av bókini. Og ikki heilt óvæntað, seldi bókin 6,9 milliónir eintøk bert tann fyrsta dagin  - og bara í USA. Til samanberingar seldi fimta bókin Harry Potter og Føniksfylkingin bara fimm milliónir eintøk eftir somu tíð.
Loyniligt
Sjáldan verður gjørt so nógv burturúr eini bókaútgávu, og eisini fingu bókhandlar strong boð um, ikki so mikið sum at vísa húsan á bókini fram í sjónvarpinum ella aðrastaðni áðrenn sjálvan útgávudagin. Sjálvt ikki eskjurnar kundu standa frammi í handlinum.
Men hví verður alt hetta hóvastákið gjørt burturúr?
Bókin fær um dagarnar blandað ummæli frá ummælarum kring heimin.
Politiken heldur, at J.K. Rowling hevur sum rithøvundur gjørt eitt betri arbeiði enn í undanfarnu bókunum. Ummælarin hjá New York Times heldur somuleiðis, at bókin inniheldur eitt frálíkt samanspæl millum teir ymisku persónarnar. NYT vil eisini vera við, at Harry Potter kann samanberast við Luke Skywalker, og at brot av søgugongdini eisini kunnu síggjast aftur í Star Wars filmum.
Eisini í Berlingske Tidende fáa Potter og hansara fólk framúr viðmæli. Kari Sønsthagen gevur bókini fimm út av seks møguligum stjørnum.
Heimsskaldskapur
Fyri at venda aftur til ummælið í New York Times, samanber ummælarin Potter-bøkurnar við stóran heimsskaldskap, sum til dømis Ringanna Harri hjá J.R.R Tolkien. Ikki kann sigast annað enn, at tað eru stór orð at fáa við á vegnum.
Jyllands-Posten ber hinvegin ikki bert rósandi orð til bókina.
Tað slepst ikki undan, at nakað av tómgongd er í bókini... Men hóast tað, kann ein gleðast yvir smittandi forteljigleðina hjá Rowling... skrivar Jyllands-Posten.
Hvussu er ella ikki, so megnar Rowling at rúnarbinda fleiri milliónir lesarar í fleiri tímar við sínum gandakynstrum. Hon vekir innara barnið í flestu vaksnum fólkum og minnir okkum á, at vit øll viðhvørt hava brúk fyri at flýggja inn í ein ókendan heim. Ein heim, har hon við gávumildari hond stroyir við skemtiligum hendingum, álvarsmálum, myrkri og einum hugflogi, ið fer hægri upp enn hjá teimum flestu. Og samanlagt verður hetta til ein fantastiskan cocktail, ið inniheldur allar tær røttu eindirnar, ið skapa spennandi og hugtakandi bøkur.