Talan er í løtuni um 32 búfólk og 22 starvsfólk, sum eru staðfest smittað við covid-19. Tað merkir, at út við helmingurin av búfólkunum á stovninum eru smittað, og um vikuskiftið doyðu tvey teirra við koronu í kroppinum.
Undir vanligum umstøðum eru 70 búfólk á stovninum. Miðskeiðis í síðstu viku vóru 18 búfólk og 16 starvsfólk staðfest smittað, og eitt búfólk doyði við koronu. Hóast smittaðu búfólkini eru fyri seg sjálvi í sínum íbúðum og starvsfólk, sum eru fongd við koronu, eru send heim, hevur ikki eydnast at steðga smittuspjaðingini.
- Støðan er rættiliga álvarslig, og vit gera alt, sum liggur í okkara makt fyri at koma smittuni til lívs. Vit hava smittuverjufrøðingar á staðnum til tess at syrgja fyri, at øll atlit vera tikin og allar mannagongdir fylgdar, og starvsfólkini brúka smittuverjuútgerð í øllum hugsandi støðum. Vit heita á fólk um ikki at koma á vitjan uttan so, at tað er bráðneyðugt, sigur stjórin á stovninum, Arne Nikolajsen, við Jydske Vestkysten.
Við 22 smittaðum starvsfólkum hevur verið neyðugt at umskipa starvsfólkini í røktini fyri at megna røktina á Områdecenter Strandby. - Vit kanna øll á røktardeplinum, bæði búfólk og røktarstarvsfólk, og frá í morgin - týsdegnum - fara vit eisini at hava snarroyndir av starvsfólkunum, tá tey møta til arbeiðis.
Arne Nikolajsen sigur við Jydske Vestkysten, at øll búfólkini, sum í løtuni eru fongd við covid-19 á røktardeplinum í Esbjerg, hava fingið fyrstu koppsetingina.