Seinastu nógvu árini hevur Joe Hart verið treytaleyst fyrstaval í málinum hjá Manchester City, men nú Pep Guardiola er komin til felagið sum venjari eru treytirnar broyttar. Willy Caballero hevur vart málið fyrstu dystirnar hetta kappingarárið, og harafturat hevur City keypt kilenska málverjan, Claudio Bravo, frá Barcelona.
Hetta hevur ført við sær, at nú er Joe Hart blivin útleigaður til italska Torino.
Søgur hava gingið um, at bæði Sunderland og Everton úr Premier League vildu leiga Hart, men heldur óvæntað er hann endar í Italia, har hann skal verja málið hjá felagnum, sum endaði nummar 12 í Serie A í farna kappingarári.
Hin 29 ára gamli Joe Hart er tó framvegis landsliðsmálverjin hjá Onglandi, og hann væntast at byrja inni, tá ið Ongland sunnudagin setur hol á komandi HM-undankappingina við útidysti ímóti Slovakia.