Harta Gomez fyri at nýta bindi pannuprýði

Røddir eru frammi, ið eru heldur misnøgdar við at Selena Gomez nýtir sonevnda bindi pannuprýðið sum mótavøru.

Tað var eftir framførslu hennara á MTV Music Awards, at fyrstu mótmælini hoyrdust um nýtsluna av hinduistiska pannuprýðinum.

Men 20 ára gamla Selena Gomez leggur eftir øllum at døma ikki í mótmælandi røddirnar, og at summi kenna seg rakt orsakað av at bindi merkið hevur átrúnaðarligan týdning, men heldur fram at pynta seg sum hon vil.

 

Les meira um týdningin her:

illvid.dk/spoerg-os/hvorfor-har-nogle-indiske-kvinder-en-roed-prik-i-panden