Í Grønlandi er Josef Motzfeldt, landstingsformaður, komin í andglettin, eftir at ein maður hevur boðað frá, at hann fann hasj í einari íbúð, sum tingformaðurin hevur búð í Løgreglan í Nuuk váttar, at maðurin hevur latið løgregluni ein klump av hasji, men meiri vil hon ikki siga.
Sambært blaðnum AG hevur maðurin greitt frá, at hann fann hasjið í einari reol í stovuni, tá hann og ein starvsfelagi vóru í ferð við at tøma fyrrverandi íbúðina hjá tingformanninum.
Josef Motzfeldt avsannar alt. Hann sigur við AG, at hann hevur ongantíð brúkt hasj, men at tað er onkur, sum roynir at gera sær ónáðir.