Hátíðarhalda 50 ára dagin leygardagin

Hvørt mansbarn í Vágum hevur havt samband við heimi upp á ein ella annan máta, siga tey

Nú eru tað 50 ár síðani, at ellis- og røktarheimið í Vágum varð bygt - og tað fara tey at hátíðarhalda. Tey vísa á, at tað var eftir tógvið stríð, at tað eydnaðist vágafólki, kommununum í Vágum, politikarum úr oynni, og fleiri við teimum at fáa bygt eitt ellis- og røktarheim í Vágum. Sermerkti bygningurin stóð liðugur 2. juli 1972, og sostatt eru tað nú 50 ár síðan hann varð tikin í nýtslu.

 

Tað er navnframi arkitekturin J. P. Gregoriussen, sum hevur sniðgivið hesa arkitektonisku perlu, og nú stendur bygningurin eftir sum ein varði ímillum onnur arkitektonisk og eyðkend bygningsverk, siga tey.

 

Hesi 50 árini eru tað nógv sum hava havt ellisheimið sum sítt heim, og man hvørt mansbarn í Vágum á ein ella annað hátt havt og hava eitt tilknýti til ellisheimið, sum avvarðandi.

 

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin. Seinnapartin verður opið hús við almennari móttøku og hon er klokkan 14. Møguleiki verður at ganga runt á heiminum, vitja búrúmini og síggja hvussu alt sær út aftaná stóru umbyggingina sum er farin fram seinastu árini.

 

Á móttøkuni verður tað Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, stjóri fyri fyri eldrasamstarvið í Vágum,Vesturvón,sum bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fer Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og stýrisforkvinna, at flyta fram røðu og Vágakórið syngur nakrar sangir. At enda fer Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum at flyta fram røðu.