Hátíðarhalda fyrsta bilin í Havn í dag

Í dag klokkan 11, verður hátíðarhald á Kongabrúnni í Havn í sambandi við, at ein minnispláta verður avdúkað, har ið fyrsti bilur í Føroyum kom á land leygardagin 6. mai í 1922.

 

Tað er Tórshavnar kommuna, sum skipar fyri hátíðarhaldinum, Havnar Hornorkestur fer at spæla horntónleik og røður verða hildnar.

Fyrsti bilur kom til Føroya leygardagin 6. mai í 1922. Tað vóru teir báðir fyrstu bilmenninir í Føroyum, Johannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu fyrsta bilin, sum Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen fluttu til landið og seldi teimum. Bilurin kom á land á Kongabrúnni í Havn hendan dagin í 1922. Hann kom til Føroya við ferðafólkaskipinum Island hjá DFDS. Tá fingu stór skip ikki lagt at bryggju í Havn, so bilurin var, eins og onnur vøra, loraður niður á ein prám og flutt til lands. Prámurin legði at við ein skráa á Kongabrúnni, og har varð bilurin skumpaður í land.

Tað var eingin, sum dugdi at koyra bilin, og tí var hann skumpaður niðan í smiðjuna hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum var í Quillingsgarði í Erling Jalsgøtu. Ein handilsferðandi dani, sum var í Føroyum, William Planck, dugdi at koyra bil, og hann lærdi Hannis undir Kletti at koyra og soleiðis var Johannes Olsen fyrsti bilførari í Føroyum, saman við hinum eigaranum Júst Sivertsen, sum eisini fór at koyra bilin. Hannis, sum arbeiddi á hospitalinum og sigldi við Reyða Krossi, doyði av vanlukku á nýggja Dronning Alexandrines Hospital í februar í 1924, tá ein ketil sprongdist. Júst Sivertsen tók síðani koyringina yvir einsamallur.

Skráin fyri tiltakið í dag sær soleiðis út:

Havnar Hornorkestur spælir horntónleik

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Eirikur Lindenskov, bilaáhugaður, flytur fram røðu

Heðin Mortensen, borgarstjóri, avdúkar minnismerkið

Havnar Hornorkestur spælir horntónleik

Við til tiltakið verða eisini elstu bilarnir í Føroyum. Tann elsti er ein Ford T frá 1928, sum Hans Elmar Poulsen, sáli, á Vatnsoyrum keypti til Føroya.

 

Eisini tveir teir elstu bilarnir hjá Tórshavnar Sløkkiliði.

Bedford brandbilurin, árg. 1948, fyrsti nýggi bilur sum Tórshavnar kommuna átti.

Bedfordurin var keyptur sum ein vanligur lastbilur, ein typiskur lastbilur tá í tíðini.

– Vit síggja í gerðabókini frá teirri tíðini, hvussu brandmennirnir hava viðgjørt og tosað um, hvussu teir skuldu umbyggja lastina á brandbilinum. Tá hann bleiv tikin úr nýtslu sum brandbilur bleiv hann umbygdur til kranabil. Í sjeytiárunum koyrdi bilurin sum kranabilur við einum Tico-krana og var hann tann fyrsti bilurin, sum Tórshavnar Sløkkilið brúkti at flyta bilar o.a. við, so tann tænastan hevur verið veitt frá Sløkkiliðinum í meira enn hálvthundrað ár.

Fyri 15-20 árum síðan bleiv bilurin settur í uppruna stand av brandmonnunum, tá bleiv alt tikið sundur og umvælt, so hann er sum nýggjur. 

Eisini verður Triangel brandbilurin, árg 1937, ið varð bleiv keyptur til Havnar í 1962, frá ‘Københavns Brandvæsen’ fyri kr. 800 + 1 ks. Øl (50 fl/trækassi)

Táverandi borgarstjórin, Sigfred Skaale, var í Keypmannahavn í øðrum ørindum og fekk í boðið at keypa brandbilin fyri 800 krónur, men onkur bjóðaði í móti, men Sigfred var snildur og legði ein kassa av øl omaná prísin og fekk bilin, tá vóru tað trækassar við 50 fløskum í. Men hann tordi næstan ikki heim aftur við bilinum, tí tað var ikki viðgjørt í býráðnum, at brúka kr. 800 til ein brandbil.

Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at avdúka minnismerkið.

Minnisplátan fer at standa á bryggjukantinum, har sum fyrsti bilurin kom á land fyri 100 árum síðani, leygardagin 6. mai í 1922.