Tað fer at kosta eina »formuu« at umsita eitt sundurbýtt meirvirðisgjald, sigur danskur serfrøðingur, sum hevur verið við til at hjálpa føroyingum í gongd við mvg skipanini.
Hann heldur tað vera fulkomuliga burturvið at fara at gera undantøk yvirhøvur.
Royndirnar vísa, at tey londini í Europa, sum hava havt fleiri prosentsatsir, nú ganga frá hesum. Sjálvir hava danir ongantíð havt differentierað meirvirðisgjald, og teir hava eisini ávarða føroyingar í móti at fara undir slíkt.
Kelda okkara, sum hevur ferðast víða og hjálpt ymsum londum á økinum, sigur, at sundurbýtt meirvirðisgjald kostar tað sama, um tað eru fimm milliónir ella 45.000 fólk, skipanin umfatar. Fyristitingin verður tann sama, og trupuleikarnir eisini.
Maðurin, Sosialurin hevur tosað við, hevur millum annað verið í nógvum londum, har fleiri satsir eru, og har eru trupuleikarnir øgiligir, sigur hann.
Og soleiðis fer tað eisini at verða her, er hann ivaleysur um. Tað fer at verða at kalla ómøguligt at halda skil á tí gráa økinum, sum kemur at liggja millum frítiknar og skyldugar vørur og tænastur í somu fyritøku.
Hann sigur, at um eini fimm ár virkar einki sum helst í lógini, um hetta verður gongdin. Tað verður tað reina anarki, sigur danski mvg serfrøðingurin, Sosialurin hevur tosað við.
Danir hava roynt aðrar møguleikar. Til dømis varð einaferð avgjørt at lækka mvg satsin munandi í eitt ávíst tíðarskeið fyri á tann hátt at fáa meira virksemi í landinum. Tað bar eisini til, og so varð satsurin hækkaður aftur.
Hann heldur, at vit heldur enn at býta sundur, áttu at roynt hendan møguleikan við at skorið niður yvir ein kamb í eitt ávíst tíðarskeið.
Tað ljóðar hugaligt og tilforlátiligt at lata húsabygging og umvælingar sleppa undan meirvirðisgjaldi. Men eisini her er vandi á ferð, heldur kelda okkara.
Um so er, at mvg verður tikið av lønum, kann væntast, at onkur finnur út av at fakturera soleiðis, at av til dømis einum innfluttum, tilgjørdum sniðhúsum, verður nógv tann minsti parturin faktureraður sum tilfar, meðan lønir fara við restini. Ikki er menniskjan ørðvísi enn so.
Hinvegin hava danir góðar royndir av aðrari skipan, sigur danski serfrøðingurin.
Har varð gjørt soleiðis, at tá fólk fingu skrásettan handverkara at arbeiða upp á húsini, bar til aftaná, at arbeiðið var liðugt, at fara til kommununa og fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið sum stuðul.
Sjálvur er danski serfrøðingurin ikki í iva um, at tað eisini fer at geva handverksvinnuni í Føroyum stórar trupuleikar, nú aftur verður pilkað við mvg skipanina.
Aftur at skula seta seg inn í nýggjar og fleiri satsir, er ikki nakað, smáar fyritøkur plaga at verða so glaðar fyri, sigur hann.
Tá kelda okkara fekk at vita, at eitt av uppskotunum helst fór at verða, at hárfríðkannarstovur skuldu flytast í § 12 og soleiðis fáa alt mvg afturgoldið, gjørdist tøgn í hinum endanum.