- Hatta er at rætta bakara fyri smið. Hatta er absolutt ikki gott nokk. Hatta er hvítvasking. Eg veit ikki, um man heldur tað vera lov í politikki, men eg veit, at bankarnir ikki hava lov til tað.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá hann fær lisið niðurstøðuna hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, um handfaringina av flytingum av veiðiloyvum frá línuskipum til uppisjóvarskip.
Jørgen Niclasen vísir á, at har er als eingin ivi um, at landsstýrismaðurin hevur verið ein partur av málsviðgerðina, og hevur logið um sín leiklut.
- Tað er eingin ivi um, at landsstýrismaðurin hevur verið partur av málinum. Hann hevur kravt at fáa øll málini á borðið hjá sær, og tá ein landsstýrismaður ger tað, so hevur hann beinleiðis blandað seg upp í fyrisitingina, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat.
- Hann segði eisini fyri tinginum, at hann ikki var partur av málinum. Tað vil siga, at hann hevur logið fyri tinginum, og tað løgmaður nú ger, er vanlig hvítvasking.
Formaðurin í Fólkaflokkinum leggur afturat, at niðurstøðan hjá løgmanni ber brá av, at fyrisitingin í Løgmansskrivstovuni als ikki hevur sett seg í málið.
- Tann skuldsetti gevur eina frágreiðing, og løgmaður tekur hvørt orð fyri fult. Tað er ikki at lýsa eitt mál, og er tað eitt týðiligt tekin, at fyrisitingin hjá løgmanni ikki hevur verið inni í málinum, men bara hevur tikið frágreiðingina hjá landsstýrismanninum fyri gott orð.
Jørgen Niclasen vil ikki siga, um eitt misálit á landsstýrismannin nú er ein møguleiki, men sigur, at hann nú fer at seta seg í samband við hinar formenninar í andstøðuni fyri at taka støðu til hvat næsti leikur skal vera.
- Vit hava tosað um øll viðurskiftir, men hava hildið, at tað reinasta er at landsstýrið sópar fyri egnum durum. Tí hava vit biðið løgmann tikið sær av málinum, og vit hava havt álit á, at hann fór at gera tað. Men tá hann og Høgni Hoydal renna undan og fara holt við vanliga hvítvasking, so mugu vit í andstøðuni finna útav hvat vit gera.