- Italia bjargar eitt sindur í so máta, men annars var lutakastið als ikki tað besta.
Hetta var fyrsta viðmerkingin hjá Jens Erik Magnussen, formanni í landsliðsnevndini hjá FSF, tá hann hevði fylgt við lutakastinum hjá føroyska U-21 landsliðnum.
- Fíggjarliga er hatta avgjørt einki serligt. Har er langt at ferðast, og av sjónvarpsrættindum er tað helst bara Italia, sum kann geva nakað av sær, sigur hann.
- Men hetta er so tað, sum kann henda í lutakastum. Við hvørt ert tú heppin og við hvørt ikki, sigur Jens Erik.
Heldur ikki ítróttarliga var hann heilt nøgdur, hóast tað kann geva ávísar fyrimunir, at Føroyar eru í bólki við seks londum.
- Men sammett við fleiri aðrar bólkar er okkara av tí heldur keðiliga slagnum. Eitt nú hevur Ísland fingið ein veldugan bólk, segði Jens Erik.
Bólkurin hja Íslandi innihelt Belgia, Slovakia, Ísland, Eysturríki og Cypros.