- Tað, sum er ført fram í Løgtinginum í morgun um eina sokallaða byggigølu í Glasi í Marknagili, er heilt einfalt ikki rætt.
Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Í morgun førdi Jacob Vestergaard fram í Løgtinginum, at tey hava fingið upplýst, álvarsom brek eru staðfest í byggingini í Marknagili.
Les eisini: Stúra fyri størstu byggigølu í Føroya søgu
Eitt brek er, at stálkonstruktiónirnar á Glasi eru klæddar, uttan at vera viðgjørdar eftir forskriftinum fyri rust og brunatygd.
Tað er eisini komið fram, at dekkið í gólvinum lýkur ikki treytirnar, og at glasið er sett á betonggólv, so at betong komið á rammuna,við teirri avleiðing, at eiringur er komin í, og at tað sostatt er oyðilagt, segði Jacob Vestergaard.
Ewald Kjølbro er upptikin á fundi í dag, men í eini stuttari viðmerking sigur hann, at hetta er heilt einfalt ikki rætt.
- Eg havi hoyrt hatta páhaldið. Vit seta sjálvandi ikki nakrar stálkonstruktiónir upp, sum ikki kunnu viðgerast eftir forskriftunum, staðfestir stjórin á Landsverki.
Hann sigur eisini, at tað er ikki nakað loyndarmál, at ymisk brek eru í bygninginum.
Men tað er heldur onki loyndarmál, at Landsverk hevur eitt krav ímóti byggifyritøkuni, sum fyritøkan.
Eitt av hesum krøvum er at gera dekkið eftir forskriftunum, og tað er byggifyritøkan í holt við, tí tað var ójavnt.
- Eg kenni heldur onki til, at vit hava sett glas á betong, so at eiringur er komin í.
Hann hevur ikki hoyrt orðaskiftið í Løgtinginum í morgun, men hansara meting er, at páhaldið um øll brekini, byggja á eina misskiljing.
- Eg giti, at Jacob Vestergaard hugsar um nakrar stálkonstruktiónir í ítróttarhøllini, sum ikki vóru viðgjørdar eftir forskriftunum.
Men byggifyritøkan hevur gjørt greitt, at tað ber til at viðgera stálið av nýggjum, hóast glasið er komið í, og tað arbeiðið eru tey farin í holt við í løtuni.
- Vit stýra verkætlanini, sigur Ewald Kjølbro í stuttari viðmerking, áðrenn hann mátti aftur á fund.