- Hetta taki eg púra avslappað
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fer ikki at gera nakað við ætlanina hjá Miðflokkinum um at banna LGBT at ganga í skrúgongu mitt í Havnini á ólavsøku.
- Tey hava sítt tiltak sum vanligt, staðfestir hann.
Heðin Mortensen vil heldur ikki vita av samanberingini ímillum LGBT og Sea Shepherd.
Les eisini: Samkynd skrúðgonga á ólavsøku skal bannast
- Tað er sum at samanbera perur og bananur Sea Shepherd er ein felagsskapur, sum ger seg inn á okkum, og ein slíkan felagsskap vilja vit ikki hava, at seta sín dám á miðbýin í Havn á ólavsøku við sínum svørtu fløggum, skøltum og trítindaðu kvíslum.
Hinvegin sigur hann, at Faroe Pride skrúðgongan hjá LGBT er væl skipað.
- Tey hava søkt á hvørum ári um loyvi at hava skrúðgonguna og nú hava vit funnið ein leist, sum riggar, har tey endað skrúðgonguna niðri á Skálatrøð við sangi, røðum og øðrum.
LGBT hevur ein boðskap, tey hava biðið um at fáa høvi at gera vart við í allari friðarligheit, og tað fáa tey loyvi til, samd ella ósamd við boðskapinum.
- Samkynd eru ein partur í okkara samfelag – tað er Sea Shepherd ikki, og tað er ein stórur munur heldur borgarstjórin í Havn.