Hesi orð renna mær í huga, nú miðnámsútbúgvingarnar í bløðum, sjónvarpi og útvarpi royna at tekkjast ungdóminum.
Í grannalondum okkara fer ein stórur partur av teimum ungu undir Hf-, students- ella aðra miðnámsútbúgving. Tað verður hildið at vera alneyðugt, skulu tey ungu vera væl fyri at taka upp tær avbjóðingar, sum framtíðarsamfelagið setir.
Sama gongd tykist vera í miðstaðar-Føroyum.
Men, hvussu er støðan her suðuri á landi?
Miðnámsskúlin í Suðuroy, sum skjótt hevur 30 ár á baki, hevur ikki so stóra undirtøku t.d. í Vági, sum ein kundi hildið.
Er orsøkin kanska tey nógvu arbeiðstilboðini til ungdómin?
Trokast fyritøkur og arbeiðsgevarar um ungdómin?
Nei, støðan er ein heilt onnur, tíverri. Tilboðini eru smáttfallandi!
So mikið meira harmiligt er tað at síggja ungdómin ganga og mala fyri einki!
Eg veit frá mær sjálvum, at tað (fyri 32 árum síðani) var ein fyritøka at fara í studentaskúla. Har hevði tú líkasum einki at gera ? Tíðirnar eru broyttar og hugburðurin við. Men enn krevst, at tey ungu verða hildin til! Tað mugu okur ásanna ? bæði sum foreldur og sum lærarar!
Um nakrar mánaðir verður spaðin settur í til nýggja studentaskúlan í Suðuroy. Tað átti at verið ungdóminum til eggjan og íblástur ? heldur enn eitt 11. ár heima á sofuni ?