Jacob Haugaard, danskur komikari, vitjaði nógv í Føroyum sum smádrongur. Hann er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu.
Í samrøðu við danska kringvarpið greiðir hann frá barnaárunum í Suðuroy, har føroyska familjan hevur síni ættarbond.
- Jantelógin er ikki galdandi í Føroyum. Tað er í øllum førum lov at føra seg fram. Um tú hevur brúkt allar pengarnar, fer tú bara at sigla og vinna fleiri pengar. Tað er ikki neyðugt at bíða eitt heilt ár eftir heystinum. Tær feitu søgurnar vóru úr Føroyum. Tær vóru villar, og vit ótu tær rátt. Tað var lívið, sigur Jacob Haugaard við dr.dk.
Les samrøðuna við Jacob Haugaard HER