Myndir av gongustjørnuni Mars hava fingið vísindafólk at halda, at eitt fryst hav er undir jarðarskorpuni á gongustjørnuni.
Myndir, sum evropeiska rúmdarfarið Mars Express hevur tikið, benda á, at tað frysta havið er 800 ferðir 900 kilometrar stórt. Vísindafólk hava leingi vitað, atisur er við teir báðar pólarnar á Mars, men hetta er fyrstu ferð, at tey hava varnast hav mitt á gongustjørnuni, sigur BBC. Mars hevur ikki havt atmosferu tey seinastu 3,8 milliardir árini, og síðani hevur einki rennandi vatn verið har.
Evropeisku vísindafólkini halda, at jarðarskorpan oman á tí frysta havinum er heilt tunn, kanska bara nakrar fáar tummar, men tað er neyðugt at gera fleiri kanningar, áðrenn nakað kann sigast við vissu, sigur BBC.