Hava longt arbeiðarasáttmálan til mánakvøldið á midnátt

Aftur í dag hava Føroyar Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini longt sáttmálarnar – hesaferð til á midnátt í mánakvøldið 16. mai 2022.

 

Nú eru sáttmálarnir millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelagð londir í styttri tíð, meðan partarnir samráðast.

 

Sáttmálarnir gingu annars næstsíðsta leygarkvøld 30. apríl, og eru síðani longdir við 24 tímum hvørja ferð og um vikuskiftini.

Aftur nú eru teir so longdir, hesaferð í fýra samdøgur, meðan feløgini samráðast, og tí hava partarnir gjørt av at leingja sáttmálan til í mánakvøldið 16. mai á midnátt.

 

Tað er vanligt at leingja sáttmálarnar, meðan samráðingar eru. Men um so verður, at partarnir ikki semjast, so verða boð send eftir semingsmanni, sum vanliga útsetir eitt møguligt verkfall í eina viku.

Men harumframt hava partarnir eina avtalu um fráboðanarfreist, sum sigur, at eitt møguligt verkfall skal lýsast við í minsta lagi 48 tíma freist. Soleiðis kunnu vit rokna okkum fram til, at eitt møguligt verkfall í fyrsta lagi verður um níggju dagar.

 

Savnsmynd, 1. maidagshald í Havn