Í døgunum 12. til 18. apríl, verður Umhvørvisvikan á Tvøroyri. Umhvørvisvikan var fyrstu ferð í 2018 og ætlanin var at hava hana á hvørjum ári, men árið í fjør varð so illa merkit av koronu, at einki tiltak hetta árið.
Nú verður so aftur hildið tað vera ráðiligt at hava umhvørvisviku aftur, men tey ætla kortini at hava koronu í huganum og at laga seg eftir støðuni, sum hon verður tá.
Á skránni eru fyrilestrar, framløgur, tónleikur, rudding, gongutúrur, marknaður, tilboð til borgararnar og mangt annað, og hesa næstu tíðina fara tey at varpa ljós á, tey tiltøk sum verða, har felagsnevnarin er at varpa ljós á týdningin av at hugsa um umhvørvið, sigur Tvøroyrar Býráð í tíðindaskrivi í dag