Hava arbeiðið alt samdøgurið

Á Tavuni í Leirvík er so nógv at gera, at tey mugu arbeiða alt samdøgurið, seks dagar um vikuna

Á Tavuni í Leirvík hevur verið úr at gera seinastu tíðina.

Einasta gulllaksavirkið í Landinum tekur ímóti so nógvum fiski, at tað er neyðugt at arbeiða alt samdøgurið.

Ingvard Joensen stjóri á Tavuni, sigur at arbeitt verður í trimum vaktum alt samdøgurið við 20 fólkum á hvørjari vakt.

Tey arbeiða seks dagar um vikuna, men sunnudag halda tey frí.

Ingvard Joensen sigur, at hetta er tað mesta, sum hevur verið av gullaksi síðani Tavan byrjaði í 1991

Síðani vertíðin byrjaði í apríl hevur Tavan tikið ímóti 4.000 tonsum av gulllaksi.

Fyrsta gulllaksinum tók Tavan ímóti 19. apríl og vertíðin varar vanliga september mánaða út.

Í fjør varð virkið keypt frá Føroya Banka og tí er ikki ætlanin at leggja stilt í vetur, sun vant, táið ongin gulllaksur er at fáa.

? Vit hava møguleika at gera, hvat tað skal vera, men akkurát, hvat tað verður, hava vit ikki tikið støðu til, sigur stjórin á Tavuni.

? Men tað er tó greitt, at tað verður ikki líka nógv arbeiði í vetur, sum tað hevur verið í vár og í summar.

? Ikki tí: Táið henda strævna gulllaksatíðin er liðug vænti eg, at fólk verða fegin um at fáa feriu eina tíð, leggur hann afturat. Hini árini, tá ið Tavan leigaði frá Føroya Banka, varð lagt stilt um vetarnar, táið ongin gulllaksur var.


Stórur eftirspurningur

Tavan malir gulllaksin til fars, sum yvirhøvur verið selt til londini rundanum okkum, Onglands, Írland og til Norðurlondini.

Útlendingarir brúka farsið til fiskabollar, fiskafingrar og nógv annað - eisini til frikadellur.

Men tað er eisini stórur eftirspurningur eftir gulllaksafarsi í Føroyum.

Føroyingar hava sannað, at fars av gulllaksi er framúr gott til frikadellur, og tí verður ikki sørt av farsi selt í Føroyum eisini.

Nógvir stovnar nakrir handlar og onkur heilsøla taka ímóti farsi frá Tavuni.

Men annars ger Tavan ikki so lítið burturúr sjálv at koyra runt í Føroyum við farsi, sum so verður selt fólki, sum koma framvið bilinum.

Og tað stendur ikki at sleppa av við.

? Gongur ov long tíð ímillum at vit eru úti, ringir telefonin alla tíðina at vita, nær bilurin kemur aftur, sigur stjórin

Tavan selur 3,5 kilo av farsi fyri 100 krónur.

Tey selja eini 40 tons av farsi í Føroyum.


Níggju bátar á nýggjum leiðum

Í løtuni eru tað seks bátar, sum avreiða til Tavuna og tað knípur at taka ímóti frá øllum.

Annars hevur J. Marr tikið ímóti heilfrystum gulllaksi.

Umframt tey, fiska Fram og Pelagos gulllaks, men teir frysta umborð og Prestland fer eisini at fiska Gulllaks, men hann fer at mala farsið umborð.

Ingvard Joensen hevur onga føling við, hvussu nógvir bátar kunnu fiska gulllaks undir Føroyum.

Men hann mælir til eitt ávíst varsemi, tí talan er um djúpvatnsfisk, sum veksur seint.

Men samstundis vísir hann eisini á, at har, sum bátarnir hava fiskað í ár, er mestsum alt á nýggjum leiðum.

? Árini frammanundan hava skipini roynt rundanum Føroya Banka.

Men í ár er at kalla alt fiskað á nýggjum leiðum við Lúsabanka og tað hevur ongantíð verið meiri at fáa enn tað sama.