Mette Nielsen frá Viasat sigur, at Viasat bert hevur keypt heimadystirnar hjá Brøndby og FC Keypmannavn í fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini. Og hetta er almenna orsøkin til, at rásin, 3+ vísir dystin millum FCK og Cliftonville frá Parkini, har eingin spenningur er, og har FCK hevur eina leiðslu uppá 4-0 frá útidystinum í Norður-Írlandi. Mette Nielsen frá Viasat sigur seg harmast um, at 3+ ikki vísir dystin millum B36 og Brøndby í Gundadali, tí hon ásannar, at tepra 1-0 leiðslan hjá Brøndby ger, at nógv fólk - eisini í Danmark - kundu hugsa sær at sæð dystin millum B36 og Brøndby á 3+. Mette Nielsen sigur einki í teldupostinum, um hví tey ikki hava keypt rættindini til dystin í Gundadali. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til HB-skýlið og gamla skýlið. Tey fáast í Kunningarstovuni í Havn, og á Shell-støðunum á Norðari Ringvegi, og á Frælsinum. Dysturin byrjar kl. 18.30 hóskvøldið, og fólk mugu møta stundisliga.