Hava brúk fyri 60 til 80 starvsfólkum afturat – um árið

Tey eru í neyð, tí tað eru bara útbúgvin starvsfólk til helvtina av størvunum

Hesi næstu árini fær Almannaverkið brúk fyri 60 – 80 starvsfólkum afturat – um árið. Tað sigur Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður í almannamálum. Tað er alvorligt trot á arbeiðsmegi í almannaverinum og nú hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin, hvussu landið liggur á hesum øki.

 

Sólvit E. Nolsø sigur, at fer Almannaverkið framvegis at bøta um tænasturnar við somu ferð, sum higartil, verður brúk fyri 60-80 nýggjum starvsfólkum um árið.

 

Hetta er tí at Almannaverkið fær brúk fyri 50 nýggjum starvsfólkum um árið, samstundis sum at 20 – 30 starvsfólk fara frá fyri aldur um árið.

 

Tørvur er á útbúnum starvsfólkum á øllum økjum hjá Almannaverkinum, bæði námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, sjúkrarøktarum, ergo- og fysioterapeutum og sosialráðgevum.

 

Annars er støðan tann, at í løtuni arbeiða 1.119 fólk hjá Almannaverkinum. Seinna hálvár í fjør lýsti Almannaverkið eftir 175 starvsfólkum, men bara 49 prosent av teimum vórðu se tt við fólki, sum høvdu viðkomandi útbúgving. Hinvegin vórðu 18 prosent av størvunum sett við fólki, sum ikki høvdu viðkomandi fakkunnleika - og triðjahvørt starv, ella 33 prosent av størvunum, vórðu ikki sett yvirhøvur.

 

Sostatt er støðan versnað, tí 61 prosent av teimum, sum vórðu sett í starv seinna hálvár í 2020, høvdu viðkomandi útbúgving.

 

Higartil í ár hevur Almannaverkið lýst eftir 27 fólkum, men fyri 17 av størvunum er umsóknarfreistin ikki farin. Men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt í sambandi við tey 10 størvini, har umsóknarfreistin er farin, tí tveir umsøkjarar hava tikið umsóknina aftur og eingin umsøkjari var til fimm av størvunum. Tvey av størvunum eru mannað við fólki við viðkomandi útbúgving og í tí eina førinum er setanartilgongdin kki liðug.