Hava fingið 7.500 bíleggingar

Í matstovuni, sum læt upp við Lindesnes í gjár, sita gestirnir hálvan sætta metur undir vatni.

 

Matstovan Under við Lindesnes í Noregi, sum brøðurnir, Gaute Ubostad og Stig Ubostad eiga, er sambært norskum miðlum heimsins størsta matstova, sum er undir vatni. Í sjálvari matstovuni sita gestirnir hálvan sætta metur undir vatni. Nú Under læt upp alment í gjárkvøldið, hevur serstaka matstovan fingið heilar 7500 bíleggingar.

 

- Vit hava havt opið fyri bíleggingum til tíðina frá mai og til september, og næstan alt er selt. Tað eru bara nøkur heilt fá borð eftir í september, sigur annar av brøðrunum, Gaute Ubostad, sum hevur latið matstovuna byggja.

 

Hann sigur, at hin 1. apríl verður høvi at bíleggja fyri oktober og fólk, sum ynskja at eta á matstovuni tá, mugu bara fylgja við, tí plássini fara skjótt. - Hetta er heilt fantastiskt, og vit eru sjálvsagt ógvuliga fegin. Áhugin hevur verið nógv størri, enn vit høvdu roknað við, leggur hann aftrat.

 

Ubostad-brøðurnir hava fingið danska kokkin, Nicolai Ellitsgaard Pedersen, sum høvuðskokk á nýggju matstovuni og við syðsta punkt í Noregi, sum Lindesnes er, fer hann at borðrreiða við ymiskum norðurlendskum mat.

 

- Vit fara at vísa á margfeldni her á suðurlandinum, og sjálvandi haldi eg, at maturin er góður, eins og vit hava stórar ambitiónir, sigur høvuðskokkurin, Nicolai Ellitsgaard Pedersen.

 

Men, matstovan fer ikki bara at bjóða mat úr havinum.

 

- Í fyrsta lagi snýr tað seg um gastronomi, men maturin skal eisini vera serstakur og so mikið góður, at fólk koma aftur. Haraftrat er tað sjálvt byggjaríið og umhvørvið innan. At enda ynskja vit eisini, at tað skal vera spennandi at hyggja út gjøgnum vindeygað, og at hetta í sær sjálvum verður ein attraktión, sigur høvuðskokkurin.

 

Norskar heimasíður vita at siga, at eitt par hevur betalt heilar 160.000 norskar krónur fyri at vera millum tey fyrstu, sum eta á nýggju matstovuni. Henda bíleggin er keypt á einari uppboðssølu, sum var í Monaco, har endamálið var at skaffa pening til gransking í demens. Sagt verður, at millum gestirnar var eitt nú Albert, prinsur av Monaco.