Todi Jónsson er væl nøgdur við tiltakið á Hotel Føroyum hóskvøldið, men hann hevði væntað, at uppaftur fleiri komu at lurta eftir einum so navnframum manni sum Flemmingi Østergaard, formanni í FCK Millum 250 og 300 fólk vóru til tiltakið á Hotel Føroyum hóskvøldið, sum FC Amager og Team Føroyar Business Club skipaðu fyri. Team Føroyar er sponsorfelagið hjá FC Amager í Føroyum, og felagið hevur eisini sponsorfelag í Danmark.
Tað vóru kend nøvn úr Danmark, sum førdu orðið á fundinum ? í fyrsta lagi navnframi Flemming Østergaard, FCK-formaður og Frank Johansen, sum eitt nú er kendur innan donsku coach-bransjuna við nógvum ára royndum og eisini er kendur vinnupsykologur.
Frank hevur eisini verið ráðgevi hjá Toda Jónsson í hansara tíð sum professionellur fótbóltsleikari í Danmark.
Vit hava spurt Toda Jónsson, um hann var nøgdur við undirtøkuna.
- Eg haldi, at tiltakið eydnaðist sera væl, og eg havi longu nú fingið góðar afturmeldingar frá fólki, sum luttóku.
Eini 250-300 fólk vóru til tiltakið, og tað fegnast Todi um. Kortini hevði hann væntað, at uppaftur fleiri fóru at leita sær niðan á Hotel Føroyar til fyrilestrarnar við so navnframum fólkum.
- Ja, eg hevði í veruleikanum væntað, at uppaftur fleiri vildu hoyra ein mann við slíkum royndum og slíkari succes, sum Flemming Østergaard hevur havt, bæði í Lyngby og seinni ? og serliga ? í FCK, har hann upp á 10 ár hevur uppbygt FCK til eina miljardafyritøku.
Todi sigur, at ymiskar meiningar eru um Flemming og arbeiðsháttin hjá honum, men tað skerst ikki burtur, at hann hevur fingið nógv burtur úr.
- Flemming stjórnaði Lyngby, tá eg spældi har, og hann byrjaði hjá FCK eitt hálvt ár, áðrenn eg fór úr Lyngby. Soleiðis kenni eg Flemming ? fyrst í fýra ár í Lyngby og síðan í 8 ár í FCK.
Todi sigur, at Flemming eisini var við til at byggja Lyngby upp, men hetta felag hevði ikki sama potentialið sum FCK.
- Hann er ein harður forrætningsmaður, sum dugir væl at fáa fólk at renna eitt sindur meira enn vanligt. Hann er visjonerur, setir sær mál og fer miðvíst eftir teimum.
Hann sigur, at Flemming veit, hvussu man byggir eitt felag upp ? at íløgukarmar skulu halda, og at organisatiónin skal vera í lagi.
- Vit hava alt at læra, og eg haldi, at vit hava nógv at læra av einum slíkum manni sum honum, sigur Todi Jónsson.
Flemming Østergaard hevur eina bakgrund innan virðisbrævamarknaðin, og hann bygdi í sínari tíð eisini upp eina fyritøku, sum seldi skrivstovuútgerð í Skandinaviu.
- Hann er blivin eitt ?brand? í Danmark. Hann dugir at gera nakað stórt og kanska á ein øðrvísi hátt enn tey flestu, sigur hann.
Todi sigur, at endamálið við tiltakinum á Hotel Føroyum var at geva føroysku sponsorunum nakað afturfyri stuðulin, sum FC Amager fær úr Føroyum.
- Vit vilja soleiðis fegnir verða við til at geva sponsorunum nakað afturfyri, at teir stuðla okkum.
Hann heldur, at tiltakið eisini var eitt gott høvi at samansjóða ein bólk av fólki og soleiðis leggja upp til samanhald og samstarv.
Todi sigur, at tað er vónin hjá teimum, sum nú standa aftanfyri FC Amager, at føroyskar fyritøkur síggja felagið sum ein møguleika at koma út í heim.
- Vit hava eisini eitt sponsorfelag í Danmark, og vit kundu hugsað okkum, at fyritøkur í Føroyum og Danmark funnu saman til gagns fyri báðar partar. Donsku fyritøkurnar, sum stuðla okkum, vilja gjarna koma upp til Føroyar gjøgnum FC Amager, og í hesum sambandi verður eisini hugsað um vinnulívssamstarv.
Todi Jónsson heldur, at tiltakið á Hotel Føroyum soleiðis kann vera eitt gott startskot til at skapa sambond og eitt størri netverk millum fyritøkur.