Hava fingið lítið av brislingi í vetur

Spurningurin er, um nógvi toskurin, sum hevur staðið inni á føroysku firðunum, kann vera ein orsøkin.

 

Nú fer brislingavertíðin á okkara firðum og sundum at halla.

Ringa veðrið í januar hevur darvað royndini hjá lítla nótabátinum, Katrin, sum hevur heimstað í Søldarfirði, men í gjár fingu teir sløk seks tons av brislingi.

Brislingaveiðan í vertíðini hesaferð hevur verið munandi lakari enn undanfarin ár, og hugsandi er, at nógvi toskurin, sum hevur staðið inni á firðunum, kann vera ein orsøk.

Tavan í Leirvík hevur keypt allan brislingin, sum tey eisini hava kryddað. Á Tavuni verður sagt, at marknaðurin fyri brisling er sera góður, og eftirspurningurin er stórur.

Nú vertíðin hesaferð fer at halla, verður spennandi at síggja, hvussu næsta vertíð, sum byrjar í oktober/ november, fer at roynast.

##med2##