Psykiatriski depilin í Tórshavn hevur havt góð úrslit við at avdúka likamligar sjúkur hjá fólki við sálarligum sjúkum. Umboð frá Psykiatriska deplinum fara á altjóða ráðstevnu at leggja fram úrslit, ið snúgva seg um sjúklingatrygd og dygd í heilsuverkinum.
Fólk, ið hava psykiatriskar sjúkur, liva í miðal 15-20 ár styttri enn onnur fólk, og høvuðsorsøkirnar eru m.a. hjarta- og æðrasjúkur, sum kunnu vera ein avleiðing av ósunnum livihátti og hjáárin frá heilivági.
Eisini bendir nógv á, at fólk sum hava psykiatriska sjúku verða verri útgreinað og viðgjørd fyri likamliga sjúku enn onnur.
Hesa gongd royna eindirnar frá teimum fimm regióninum í Danmark og Føroyar í projektinum ”Sikker Psykiatri” at broyta við at skapa størri systematik í diagnostisering og fyribyrgjan av likamigum sjúkun. Psykiatriski depilin hevur havt so góðar royndir, at tær skulu leggjast fram á altjóða ráðstevnu.
- Vit uppdaga tær likamligu sjúkurnar hjá fólki sum hava psykiatriska sjúku nógv fyrr, eftir at ”Sikker Psykiatri” byrjaði. Úrslitið er størri trygd í viðgerðini. Sjúklingarnir uppliva, at teir vera tiknir í álvara, sigur Eydna Iversen Lindenskov, projektleiðari á Psykiatriska deplinum í Tórshavn.
Einfaldar mátingar fyribyrja sjúkum
Ein av orsøkunum til úrslitini eru einfaldar mátingar. Á Psykiatriska deplinum gera starvsfólki mátingar av m.a. blóðtrýsti, pulsi, hita og nøkrum øðrum virðum. Hetta eru heilt einfaldar mátingar, sum eru skjótar at gera.
Hetta at taka mátingar so skipað er heilt nýtt. Fyrr var tað meira tilvildarligt, hvørjir sjúklingar fingu mált virðini og hvussu ofta, sigur Eydna Lindenskov.
Likamligar kanningar av sjúklingum
Sjúklingar, sum verða innlagdir á Psykiatriska deild verða kannaðir likamliga av lækna. Læknin ger eina meting og eina ætlan, og ger ella fyriskipar neyðugar kanningar.
Mátingarnar og likamligu kanningarnar gera eisini, at heilsustarvsfólkið uppdaga ávaringartekin, áðrenn tey verða vandamikil og hava funnið sjúkur sum krabbamein og blóðtøppar so tíðiliga, at viðgerðin kundi byrja, áðrenn sjúkan gjørdist enn verri.
Íblástur til umheimin
Á altjóða rádstevnu skal Psykiatriski depilin í Tórshavn leggja fram royndir fyri umleið 3000 fólkum úr 80 londum yvir evnið ”Sjúklingatrygd og dygd”- Ráðstevnan verður hildin í Gøteborg 11. -15 apríl.
Vit vóna, at úrslini úr Føroyum kunnu geva íblástur á tí psykiatriska økinum, ikki bara í Danmark, men um allan heimin til gagns fyri lívskvalitetin hjá sjúklinginum.
Tey, ið hava psykiatriska sjúku, skulu eisini fáa relevanta og effektiva viðgerð av likamligum sjúkum, sigur Simon Feldbæk Peitersen, projektleiðari í Sikker Psykiatri og spesialkonsulent í Dansk Selskab for Patientsikkerhed.
Tey, ið standa aftanfyri projektið ”Sikker Psykiatri, eru:
Dansk Selskab for Patientsikkerhed, Danske Regioner, Trygfonden og Den Obelske Familiefond
Umframt arbeiðið við likamligum sjúkum hevur prosjektið eisini fokus á heilivágstrygd, fyribyrgjan av sjálvmorðum og at minka um tvingsil í psykiatriini.