Nú hava tey fingið tamarhald á oljudálkingini í Vági.
Alt stykkið niðanfyri oljutangan hjá SEV, sum fór at leka, er grivið upp og nú eru tey komin heilt niður á reint tilfar.
Tað merkir, at nú er sjálv keldan til oljudálkingina grivin burtur og sostatt verður fjørðurin ikki verri dálkaður, enn hann longu er.
Teir síðstu bilarnir við oljudálkaðum tilfari vórðu koyrdir burtur í gjár, ella vera koyrdir burtur í dag.
Alt tað dálkaða tilfarið er koyrt til IRF í Suðuroy, har tað verður goymt.
So nú er bara sjálvt upptakið eftir.
Men tað verður ikki sum at siga tað, tí olja er farin um allan fjørðin. Og Vágsfjørður er víðførur, so tað eru einir fimm kilometrar av strond, sum skulu reinsast.
Gudmund Jacobsen er leiðari fyri sløkkiliðið í Vági og tað er hann, sum stendur fyri arbeiðnum.
- Hetta verður eitt arbeiðið, sum fer at taka rættiliga langa tíð og sum eisini fer at kosta rættiliga nógvan pening, sigur hann.
Hann vil kortini hvørki seta tíð ella pening á. Men summi meta, at talan verður um eina milliónaupphædd.
- Alt arbeiðið skal gerast við handamegi og sostatt skal nógv fólk til, tí so at siga hvør steinur í mølini skal vendast rundanum allan fjørðin.
Gudmund Jacobsen sigur, at øll fjørðan, sum hon er, verður vaskað við børki, sum er komin úr Noregi.
Hetta sýgur oljuna í seg, Tá ið reint er, verður børkurin og tað skitna tilfarið koyrt í sekkir og ført norður til IRF í Leirvík at brenna.
- Tað er ikki altíð, at vit fáa alla oljuna upp fyrstu ferð og tí kemur fyri, at vit mugu vaska fleiri ferðir vil børki, har tað er illa dálkað, sigur brandmeistarin í Vági.
Men arbeiðið gongur ikki altíð eftir vild.
- Børkurin tekur oljuna væl upp, tá ið tað er turt í veðrinum. Í regni tekur hann ikki so væl upp. So kann ein og hvør hugsað sær umstøðurnar, vit hava og, hvussu nógvar effektivar dagar, vit hava, sigur Gudmund Jacobsen.
Slapp at liggja ov leingi
Hinvegin ásannar brandmeistarin í Vági eisini, at tað gekk alt ov long tíð, frá tí at dálkingin varð staðfest, til tey fóru undir upptakið.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at vit kenna so lítið til hetta arbeiðið. Tí var stór óvissa um, hvussu farast skuldi fram. Hetta er ein staðfesting av, at vit hava onga tilbúgving í Føroyum, sum er til reiðar at basa eini dálking sum hesari.
Men er tað ikki júst uppgávur sum hesar, ið OSR á Tvøroyri bjóðar seg fram at loysa?
- Jú, og teir eru eisini komnir við. Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum hava forða fyri, at gongd kom á.
Men Gudmund Jacobsen vil ikki útgreina, hvat hann meinar við.
Hinvegin heldur brandmeistarin í Vági, at hetta hevur verið øllum ein læra.
- Eitt óhapp er hent og hetta er ein læra hjá okkum øllum. Men at fara at leita eftir syndabukkum, tænir ongum endamáli, heldur hann.
Brandmeistarin staðfestir, at tað er SEV, sum hevur dálkað og sostatt er tað SEV, sum hevur ábyrgdina. Hinvegin er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina av upptakinum runt um fjørðin.
Og hann heldur, at allir partar kundu havt borið skjótari at.
- Tað er ongin ivi um, at hetta slapp at liggja ov leingi. Men tað er tí, at ongin er fyrireikaður upp á eina hending, sum hesa og tí var stór óvissa um, hvussu vit skuldu bera okkum at.
Hinvegin staðfestir hann, at allir partar, bæði kommunan og SEV, eru samd um, at fjørðurin skal reinsast aftur og samstarvið er gott, tí allir partar eru sinnaðir at loysa trupulleikan.
Somuleiðis staðfestir hann eisini, at tað er altíð brúk fyri fólki at hjálpa til at taka upp. So hevur onkur hug at bjóða seg fram, eru tey vælkomin at seta seg á listan. Verður ikki brúk fyri teimum beint nú, kann tað altíð verða seinni.
Hann endurtekur, at hann heldur framvegis ikki, at talan er um eina náttúruvanlukku, men at hetta kortini er ein trupulleiki, sum skal takast í størsta álvara.
Eru sloppin væl
Á SEV er tað Bergur Didriksen, sum hevur havt við málið at gera.
Hann sigur, at tey nú eru við at koma hartil, at keldan til dálkingina er burtur. Tað merkir, at øll oljan og alt tilfarið rundanum tangan hjá SEV, er tikið upp, so at nú dálkar ikki meir.
Tað næsta er at fáa myndugleikar, Kommunu og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at góðtaka arbeiðið, sum er gjørt.
Hinvegin væntar hann, at tað ber ikki til at taka so væl upp, at tað ikki fer at síggjast eitt sindur av olju framvið landi í eina tíð framyvir.
Tí heldur hann, at tað verður neyðugt við sperringum framvið landi í rúma tíð afturat.
Annars heldur hann, at beinanvegin óhappið hendi, varð eitt stórt og effektivt arbeiðið gjørt frá øllum pørtum, eisini kommununi.
- Veruleikin er, at vit sluppu ótrúliga væl burturúr hesum, tí tað eru smáar nøgdir, sum fóru á sjógv, hóast hetta er til stórt forargilsi hjá borgarum í Vági.
Annars eru allir partar samdir um, at hetta er eitt dømi um, at í Føroyum hava vit ikki eina tilbúgving, sum er nóg góð til at basa einum trupulleika, sum hesum og tí eru allir partar eisini samdir um, at hetta hevur verið teimum ein læra.
Vágs Býráð krevur ein reinan fjørð
Nú hevur eisini Vágs Býráð alment sagt sína hugsan.
Og Býráðið krevur at allur fjørðurin verður reinsaður eftir at hol fór á ein tanga hjá SEV fyrst í desember.
Tað hevur býráðið samtykt á fundi í farnu viku
Býráðið viðgjørdi oljudálkingina á fundi í vikuni og har varð samtykt at krevja, at allur fjørðurin og øll mølin verður reinsað.
Samstundis hevur Býráðið samtykt at krevja av SEV, at góður og tryggur garður verður gjørdur rundanum tangarnar fyri at forða fyri at eitt slíkt óhapp endurtekur seg.
Samstundis staðfestir borgarstjórin, at tá ið tey vita, hvør dálkarin er, tað tann, sum dálkar, ið hevur ábyrgdina av upptakinum.
Sostatt er tað eisini SEV, sum skal gjalda fyri upptakið, sigur hon.
Kristin Strøm Bech sigur sostatt eisini, at Vágs Kommuna skal ikki hava nakra sum helst rokning fyri dálkingina.