Hava fingið nýggjan verja

Tað hevur stóran týdning, at øll menniskju kunnu vera við í samfelagnum og tað slóða tey fyri, sigur landsstýriskvinnan

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur nú tikið við sum verji fyri Parasport Føroyar. Tað gjørdi hon á fundi mikudagin og hetta merkir, at nú er tað hon, sum umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti.

 

Tað er siðvenja at landsstýrisfólkið sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Nú nýggja landsstýriskvinnan eisini játtaði at verða verji, handaði Petur Elias Petersen, formaður í Parasporti Føroyum, Sirið Stenberg heiðursskjal.

 

Sirið Stenberg sigur í eini fráboðan, at tað er ein stórur heiður, og ein sonn æra, at vera verji hjá Parasport Føroyar. Okkara ítróttafólk eru fyrimyndarlig, og eg havi størstu virðing fyri teimum og øllum teimum, sum varða av, sigur hon.

 

Hon sigur, at paraítróttin vísir okkum, at hóast ymisk lívskor og treytir, kann tað skapa stóra gleði at vera við í ítrótti og tey, sum stremba eftir tí, kunnu eisini  røkka teimum bestu úrslitunum

 

– Tað hevur stóran týdning, at øll menniskju kunnu vera við í samfelagnum. Parasport Føroyar slóðar tí fyri einum betri og rúmshóttari samfelag, sigur landsstýriskvinnan. Hon sigur, at tað er ein serlig kensla, tá ið føroyskir íðkarar fara kring heimin at Føroyar og Merkið, eins og samstundis er tað kveikjandi at síggja virksemið, sum er her heima.

 

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, sigur, at tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum, bæði breiddina og úrvalsítróttarfólkini.