Í góða viku hevur eitt serútgjørt flogfar við støð í Vágum gjørt kanningar á havleiðunum eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt flogfar av Navaho-slagnum, sum bretska fyritøkan Oilsearch eigur.
Flogfarið leitar eftir og kortleggur oljublettir á havyvirflatuni kring Føroyar.
Carolyn Moir, sum stendur fyri kanningunum, sigur seg var væl nøgda við úrslitið av kanningunum hesa fyrstu vikuna. -Eg skal sjálvandi ikki upplýsa nakað um, hvat vit síggja, men kann tó siga so mikið, at vit hava fingið nakrar sera góðar upptøkur. Eisini hava vit verið sera heppin við veðrinum.
Flogfarið er útgjørt við sera framkomnari útgerð, sum kann síggja oljublettir á havinum og eisini gera mun millum tað, sum er likið frá skipum, og so tað, sum lekur upp úr sjálvum havbotninum.
Eisini gera tey aðrar kanningar, eitt nú magnetiskar kanningar.
Talan er um eitt øki uppá 17.500 ferkilometrar millum Føroyar og so Hvíta økið. Tey koma so eisini inn á tað Hvíta økið.
Sosialurin skilur, at bretska felagið, hevur fingið eina áheitan frá einum av bólkunum av oljufeløgunum, sum er virkin á Føroyaøkinum, um at gera hesar kanningarnar. Hon váttar at tað eru eini 3-4 feløg í
bólkinum men kann ikki upplýsa hvørji tey eru. Annars hava eisini onnur oljufeløg møguleika at keypa tilfarið.
Ætlanin er at halda fram við kanningunum í einar tríggjar vikur aftrat. Flogfarið flýgur umleið 100 metrar omanfyri sjógvin, har tað kortleggur sokallaðar tunnar oljufilmar á havyvirflatuni. Eisini verða magnetiskar kanningar gjørdar av undirgrundini.
Endamálið við kanningunum er at vita, hvar olja lekur upp úr undirgrundini við tí fyri eygað at staðfesta, hvar møguligar oljugoymslur kunnu vera. Hetta skal so hjálpa oljufeløgunum at finna fram til júst hvar, tey skulu seta borin í.
Fyritøkan Oilsearch hevur nýliga gjørt eina rættiliga umfevnandi kanning í Rockall Trough og økinum vestan fyri Írland. Úrslitið er eitt rættiliga fullfíggjað kort, sum vísir hvar olja kemur upp úr undirgrundini og hava fleiri oljufeløg brúkt júst hesi kort sum vegleiðing í sambandi við leitingar har.
Oilsearch er ikki fyrsta felagið, sum ger kanningar av undirgrundini úr flogfari. Onnur feløg hava gjørt líknandi kanningar áður.