Hava flutt 37.000 ferðafólk ímillum oyggjarnar

Strandferðslan flytir alsamt fleiri ferðafólk og bilar ímillum oyggjarnar

Í januar í ár hevur Strandferðslan flutt 37.160 ferðafólk og 11.918 bilar ímillum oyggjarnar. Tað eru 2.737 ferðafólk og og 1.356 bilar fleiri enn hon flutti í januar í fjør. Tað er á øllum rutum hjá Strandferðsluni, uttan á rutuni til Svínoyar og Fugloyar, at talið á ferðafólki og bilum, er hækkað.

Eyðvitað er tað Smyril, sum hevur tað størsta talið á ferðafólki, og í januar í ár flutti Smyril 15.900 ferðafólk og 6.769 bilar um Suðuroyarfjør. Tað eru 330 ferðafólk og 182 bilar fleiri enn í sama mánað í fjør.

Men tað er í flutninginum um Skopunarfjørð, ella ímillum Gomlurætt og Skopun, har vøksturin hevur verið størstur. Har vaks flutningurin av ferðaafólki, og serliga bilum, so nógv, at í fjør fekk Strandferðslan eitt skip afturat, Hasfjord, at hjálpa Teistanum.

Í Januar í ár vórðu 13.414 ferðafólk og 4.737 bilar, fluttir um Skopunarfjørð og tað eru heili 2.138 ferðafólk og 1.060 bilar, fleiri enn í januar í fjør.

Tað ferðaðust eisini eitt sindur fleiri ferðafólk ímillum Havnina og Nólsoy í Januar í ár enn í januar í fjørð. Í januar í ár vóru 4.957 ferðafólk og  57 bilar fluttir um Nólsoyarfjør og í januar í fjør var talið á ferðafólkið um Nólsoyarfjørð, 4.902 ferðafólk, og bilarnir vóru bara tríggir í tali.

So hóast allar trupulleikarnir, ið stóðust av, at Ternan varð tikin úr sigling, tí hon skuldi á beding, og Erla Kongsdóttir eisini fekk trupulleikar, er ferðafólkatalið um nólsoyarfjørð ikki minkað.

Í januar í ár ferðaðust 2.252 ferðafólk, og 324 bilar við Kalsoyarleiðini, og tað er eitt vet meiri enn í januar í fjør. Á Hestleiðini ferðaðust 282 ferðafólk og 31 bilar ímillum Hest og Gomlurætt og tað er næstan tvær ferðir so nógv ferðafólk, og tríggjar ferðir so nógvir bilar, sum í januar í fjør.

Í Januar í ár ferðaðust 135 ferðafólk ímillum skúgvoy og Sandoynna, og tað eru tríggjar ferðir so nógv, sum í januar í fjør og Við Rituni, sum siglur upp á Svínoy og Fugloy, ferðaðust 220 ferðafólk, og tað eru eitt vet minni enn í fjør.

Uttan iva hevur veðrið stóra ávirkan á, hvussu nógv fólk ferðast, serliga við teimum smærru skipunun, og í januar í ár hevur veðrið verið munandi betri enn tað var í januar í fjør. Hinvegin hava myndugleikarnir heitt á fólk um ikki at ferðast meiri enn neyðugt í sambandi við koronu, og tað kann hava fingið fólk at aftra seg fyri at ferðast.