Franski forsætismálaráðharrin Manuel Valls sigur, at fimm yvirgangsatsóknir eru steðgaðar seinastu mánaðirnar.
Fráboðanin kemur fáar dagar eftir, at franska løgreglan handtók ein mann, sum teir hava ákært fyri at ætla at leypa á eina ella tvær kirkjur uttan fyri París.
- Fleiri yvirgangsatsóknir eru longu forðaðar. Fimm, um tú íroknar álopið, sum lukkutíð ikki var framt í Villejuif, segði Manuel Valls við útvarpsstøðina France Inter.
Eftir yvirgangsálopið móti franska satirublaðnum Charlie Hebdo, hevur yvirgangshóttanin móti Fraklandi ongantíð verið hægri, og Manuel Valls sigur, at allar fimm yvirgangsatsóknirnar eru steðgaðar síðani tá.
Sunnudagin var ein lesandi úr Algeria handtikin av fronsku løgregluni. Hann kom á sjúkrahúsið við einum skotsári í lærinum, og tá løgreglan kannaði umstøðurnar nærri, funnu teir hópin av vápnum í bili hansara. Harumframt funnu teir tekningar og myndir sum bendu á, at hann fyrireikaði eitt ella fleiri álop móti kirkjum í býnum Villejuif uttan fyri París.
Ungi maðurin var kendur av løgregluni framman undan sum ein, ið hevði tilknýti til víðgongdar muslimskar felagsskapir, og hevði á internetinum boða frá sínum stuðuli til Al Qaida og IS.