Mikudagin varð vrakið av einum 165 ára gomlum dampskipi funnið út fyri Kristiansand í Noregi. Vrakið er frá 1855, og tað liggur á 170 metra dýpi. Nú skulu fornfrøðingar kanna vrakið, skrivar www.sysla.no
- Hetta var fyrsta dampskipavanlukka í norskum sjógvi, har fólk lótu lív, sigur Frode Kvalø, ið starvast sum fornfrøðingur hjá Norsk Maritimt Museum.
Hann sigur, at tey við kanningum av vrakinum ynskja at fáa innlit í, hvussu vrakið, sum hevur ligið við havsins botn hesi 165 árini, sær út.
Men, hann leggur dent á, at einki av skipinum skal takast upp.
- Vit lata skipið liggja í friði við havbotnin. Tað er við virðing fyri teimum 40, sum lótu liv, at vit lata alt liggja, sum tað liggur, sigur fornfrøðingurin.
D/S Norge, sum var komið úr Bergen fyrr um dagin, sigldi úr Kristiansand á midnátt hin 10. september i 1855. Beint eftir, at skipið fór fram við Odderøya, rendi tað saman við einum øðrum dampskipi, D/S Bergen.
Sambært www.sysla.no førdi hendingin til, at tryggleiki á sjónum og tryggleiki hjá ferðafólki á havinum í størri mun kom á dagsskránna í Noregi.
- Hetta var ein ógvuliga merkilig vanlukka. Ferðafólkini høvdu júst lagt seg. Tað var stilli henda dagin - og so kortini hendi tað, at dampskipið sigldi á eitt annað skip, sigur Frode Kvalø.
Tey 40, sum lótu lív, skuldu til Hamburg í Týsklandi við dampskipinum.
Tað er felagið, Bulk Infrastructure AS, sum nú hevur funnið skipsvrakið, og vrakið varð funnið í samband við, at nýggjur fipurkaðal verður lagdur úr New Jersey til Kristiansand.
- Tað var heilt av tilvild, at vit funnu vrakið. Tá vit leggja fipurkaðal á havbotnin, mugu vit vera serstakliga nærløgd og varlig, og tí brúka vit undirvatnskamera, sigur Peder Nærbø hjá Bulk Infrastructure.
Hann leggur aftrat, at tey ofta finna ymiskt forvitnisligt, og hann heldur tað vera áhugavert, at tey stundum finna ymiskt, sum fornfrøðingar hava leitað leingi eftir.