Fornfrøðiliga ævintýrið, sum tað verður rópt, heldur fram í Oslo. At tað nú eru funnin seks skip úr miðøldini undir grevstri í býnum, merkir, at kunnleikin um býarinnar skipasøgu er øktur.
Skipini eru funnin í Bjørvika, og her eru eisini áður funnir nógvir gamlir dýrgripir. - Tað er eingin ivi um, at hetta er heilt unikt í Noregi, sigur verkætlanarleiðarin og fornfrøðingurin, Elling Utvik Wammer.
Tað er í samband við útbyggingar í Bjørvika, at fornfrøðingar hava funnið seks skip, sum hava sín uppruna úr 1300-talinum og fram til 1600-talið.
Aftenposten veit at siga, at øll hesi seks skipini eru funnin síðan apríl í ár.
Bjørvika er nýggjur býarpartur í Oslo, og her skulu byggjast millum 4.500 og 5000 nýggjar íbúðir byggjast umframt fleiri vinnubygningar.
Seinasta skipið, sum er funnið undir útgrevstrinum her, er tíggju metrar langt. Sambært fornfrøðingum er træverkið í sera góðum standi - í øllum førum, tá havt verður í huga, at skipið er 500 ára gamalt.
##med2##
- At hesi skip eru funnin, sigur okkum ógvuliga nógv um eitt tíðarskeið, vit áður vistu lítið um. Lutfalsliga lítil vitan er til skjals um havnalagið í Oslo, sigur fornfrøðingur, sum Aftenposten hevur skift orð við.
Síðan útbyggingin í Bjørvika byrjaði fyri nøkrum árum síðan, hava fornfrøðingar funnið fleiri skipsvrak, og skipsvrak eru gjøgnum árini eisini funnin í eystara parti av Oslo.