Nú er indiska landingarfarið Vikram funnið á Mánanum.
Tað upplýsir Kailasavadivoo Sivan, sum er nevndarformaður hjá indiska rúmdarfelagnum Isro, við indiska miðilin India Today.
Tað hevur tó ikki eydnast at fáa samband við farið, verður sagt.
India royndi við Vikram at gerast tann bert fjóðra tjóðin nakrantí, sum hevur klára at fingið eitt far at lenda á Mánanum. Tað miseydnaðist tó, tá tey mistu sambandið við ómannaða farið, stutt fyri tað skuldi lenda.
Isro hevur tikið myndir av farinum við einum termiskum myndatóli. Enn vita tey tó ikki, hvussu støðan er hjá farinum.
Ein væleydnað lending hevði merkt, at India kom við í bólkin við USA, Russlandi og Kina, sum hava megnað at fingið før upp á Mánan.
Vikran skuldi lenda á suðurpólinum á Mánanum, sum sambært indiska rúmdarfelagnum er »fullkomiðliga ógranskað«.
Endamálið við kanningarferðini á Mánanum var at kunna skilja betur uppruna og menning Mánans. Ætlanin var millum annað at gera tað við at kanna mineralir og landslagið.
Økið skuldi eftir øllum at døma eisini hava gosop, sum kunnu goyma upplýsingar um eldri sólarskipanir.
Landingarfarði varð sent út frá rakettini Chandrayaan 2 tann 22. juli.
Hetta er onnur mánaferðin hjá India. Í tí fyrru, sum var í 2008 – Chandrayaan 1 – eydnaðist heldur ikki at fáa far at lenda á mánanum.
Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, er kortini erpin av seinastu royndini. Tað segði hann í gjár á eini vitjan hjá Isro.
– Tað gongur bæði upp og niður í lívinum. Tað sum tit hava megnað, er ikki so lítið, segði Narendra Modi sambært tíðindastovuni Reuters.
– Eg kann við stoltleika siga, at tykkara avriksverk var alt hetta vert, go tað var ferðin eisini. Vit hava sjálvsálit, tá tað snýr seg um rúmdarferðir okkara. Enn bíðar tað besta, segði indiski leiðarin.
/ritzau/