Bjargingarlið hava funnið fleiri lík á staðnum, har jemenska flogfarið datt niður við Comor-oyggjarnar Líkini eru funnin stutt frá landi, men myndugleikarnir á Comor-oyggjunum siga, at enn er ov tíðliga at siga, um tey stava frá flogfarinum ella ikki.
Jemenska flogfarið, sum var av slagnum Airbus 310-300, datt niður í havið nærhendis Comor-oyggjunum eitt korter, áðrenn tað eftir ætlanini skuldi lenda. Flogfarið kom úr París og hevði millumlent í Jemen.
142 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldi 11. Fyribilsupplýsingar siga, at ferðafólkini vóru úr Fraklandi og Comor-oyggjunum, sum eru í Indiska Havinum.