Fronsku myndugleikarnir hava nú kunngjørt, at teir hava funnið teir svørtu kassarnar, sum vóru í Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið í juni í fjør. Myndugleikarnir siga tó, at tað er ikki vist, at tað ber til at fáa kassarnar upp av botni.
Air France-flogfarið, sum var av slagnum Airbus A330, datt niður á veg úr Rio de Janeiro til París. Øll tey 228, sum vóru í flogfarinum, doyðu.
Fronsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at tað bar ikki til at staðfesta orsøkina til vanlukkuna, fyrr enn teir svørtu kassarnir blivu funnir og kannaðir. Í seinastuni hava eitt amerikanskt og eitt norskt skip leitað á leiðini, har flogfarið datt niður. Skipini hava smáar kavbátar, og teir hava nú staðfest, hvar teir svørtu kassarnir liggja.