Hava funnið vinnararnar

Nú 2010 er ár fyri lívfrøðiligt fjølbroytni, hava Lívfrøðingafelagið og Miðlahúsið skipað fyri myndakapping og eini skúlakapping við endamálinum at lýsa lívfrøðiligt fjølbroytni í føroysku náttúruni.
Nógvar myndir, tekningar, kollasjur og frágreiðingar komu inn og seinnapartin fríggjadagin fekk Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, heiðurin at handa vinnarunum virðislønirnar fyri avrikið.
Í skúlakappingini var tað 2. flokkur á Strondum, sum vann kappingina fyri tey yngstu skúlabørnini í 1.-3. Flokki. 5. A á Tvøroyri vann kappingina fyri miðdeildina í skúlanum, sum fevndi um 4. og 5. Flokk, og 7. flokkur á Toftum vann kappingina fyri tey eldru skúlabørnini, ið var fyri børn í 6. og 7. flokki.
Í myndakappingini fekk Helgi Winther Olsen fyrstu virðisløn, sum var eitt myndatól, Hanus Bergsson vann 2. virðisløn, sum var eitt myndatól, sum Expert hevði latið og triðja virðisløn var ein eksternur harðdiskur frá City, umframt 1500 krónur.
Í Sosialinum mikudagin hava vit eina myndarøð á tveimum síðum frá tiltakinum, tá ið vinnararnir vórðu funnir.