Hava góðar vónir til dystin

Video: FSF Varpið hevur gjørt samrøður við fleiri í U-21 landsliðshópinum

Um tveir dagar spælir føroyska U-21 landsliðið á heimavølli móti Finnlandi. Hetta er onnur ferðin í hesari undankappingini at føroyska liðið møtir finska U-21 landsliðnum, tí seint í fjør spældu liðini í Finnlandi í einum dysti sum finnar vunnu 3-0.

 

Hóast greiða ósigurin móti Finnlandi seinast, eru bæði venjarar og leikarar bjartskygdir til dystin hóskvøldið.

 

Í brotinum omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge gera samrøður við føroyska U-21 landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen,  áleyparan Jákup Thomsen úr FC Midtjylland og liðskiparan á U-21 landsliðnum, Andrias Høgnason Eriksen úr B36.

 

Dysturin millum Føroyar og Finnland verður spældur á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 18:00.